Játtað í: 2025 Granskingarøki: Arbeiðsmarknaðargransking Verkætlanarslag: Ph.d.-verkætlan Verkætlanarheiti: Fram móti eini framkomnari praktiskari sjúkrarøktarfrøði. Ein virknisgrundað ph.d-verkætlan um uppstiging av føroysku útbúgvingini Játtanarnummar: 4011 Verkætlanarleiðari: Tordis Tróndarson Stovnur/virki: Fróðskaparsetur Føroya Aðrir luttakarar: Helle Ussing Timm, Linn Hege Førsund, May-Britt Skoradal Verkætlanarskeið: 01.08.2025 - 31.07.2028 Samlaður kostnaður: Kr. 2.587.624 Stuðul úr Granskingargrunninum: Kr. 1.100.000 Verkætlanarlýsing: Demografiskar framskrivingar vísa, at menniskju liva longri, og við øktum livialdri fylgja kroniskar sjúkur og ein vaksandi tørvur á heilsutænastum. Hesar framskrivingar seta krøv til førleikarnar hjá sjúkrarøktarfrøðingum– førleikar, sum í løtuni ikki kunnu nemast við útbúgving í Føroyum. Hendan ph.d.-verkætlan hevur til endamáls at kanna tørvin og leiklutin hjá sjúkrarøktarfrøðingum við framkomnum førleikum í Føroyum (Advanced Practice Nurses). Dentur verður lagdur á at kanna, hvussu sjúkrarøktarfrøðingar kunnu uppstigast, sum svar uppá núverandi og komandi avbjóðingar í Føroyska heilsuverkinum. Við eini virknisgrundaðari tilgongd luttaka áhugapartar í hesi verkætlanini og verða tikin við í menningina av eini APN-námsætlan, sum er tillagað føroysk viðurskifti. Støða: Fer í gongd << Back |
Administration English |