Játtað í: 2025 Granskingarøki: Heilsuvísindi Verkætlanarslag: Verkætlan Verkætlanarheiti: Genetisku orsøkirnar til idiopatiskari hyperketosu (IH) í Føroyum Verkætlanarleiðari: Ulrike Steuerwald Stovnur/virki: Heilsugranskingareindin í Sjúkrahúsverkinum Aðrir luttakarar: Maria Skaalum Petersen, Saskia B. Wortmann Verkætlanarskeið: 01.08.2025 - 31.12.2026 Samlaður kostnaður: Kr. 1.273.042 Stuðul úr Granskingargrunninum: Kr. 600.000 Verkætlanarlýsing: Eitt vaksandi tal av føroyingum (mest børn) fáa staðfest stytta fastutoleransu, ið viðførir hækkað ketonir í blóðinum og lágt ella lágt-normalt blóðsukur. Genetiskar kanningar og kanningar fyri óvirkna hormonregulering vístu onki ónormalt. Vandin fyri akuttum metabolskum vandastøðum við neuroglycopeniskum symptomum, trupulleikar við lágum úthaldni, ikki-alkohol tengdari feittlivur, tálmaðum vøkstri og kroniskum fylgisjúkum t.d. ADHD og livuradenom/krabba ger tíðliga staðfesting og viðgerð alneyðuga. Greiðar og einfaldar royndir at staðfesta sjúkuna mangla. Vit fara at kanna 8 sjúkar persónar við framkomnum genetiskum, funktionellum og metabolskum royndum. Eitt altjóða lið av serfrøðingum er knýtt at verkætlanini at fremja framkomnar kanningar og tulking av úrslitum. Støða: Fer í gongd << Back |
Administration English |