Játtað í: 2025 Granskingarøki: Heilsuvísindi Verkætlanarslag: Ph.d.-verkætlan Verkætlanarheiti: Øking av kropsligum virkni hjá innløgdum sjúklingum við talgildari interventión til sjúklingar og starvsfólk Verkætlanarleiðari: Durita Viderø Gunnarsson Stovnur/virki: Heilsugranskingareindin í Sjúkrahúsverkinum Aðrir luttakarar: Maria Skaalum Petersen, Michael Skovdal Rathleff, Christian Have Dall , Jane Andreasen , Stig Andersen , Sonja Sørensen Verkætlanarskeið: 01.05.2025 - 30.04.2028 Samlaður kostnaður: 3.845.468 Stuðul úr Granskingargrunninum: Kr. 1.100.000 Verkætlanarlýsing: Lágt kropsligt virkni hjá innløgdum medisinskum sjúklingum er sannførandi knýtt at funktións niðurgongd og ein álvarslig hóttan móti sjúklinganna funktionella førleika og sjálvbjargni eftir innlegging á sjúkrahúsi. Stóri menniskjaligi og samfelagsligi kostnaðurin av hesum undirstrikar hvussu átrokandi tað er at finna loysnir uppá trupulleikan. Hendan stórætlaða verkætlanin, við 400 sjúklingum úr Tórshavn, Keypmannahavn, Aalborg og Nuuk, hevur til endamáls at kanna um ein talgild interventión, har kropsliga virknið hjá sjúklingunum verður mátað og har so talgild afturboðan og skumpan verður veitt sjúklinginum og eitt talgilt yvirlit yvir sjúklinganna kropsliga virkni verður veitt heilsustarvsfólkunum, kann økja um kropsliga virknið og minka um stillsitandi atferð hjá innløgdu sjúklingunum. Støða: Fer í gongd << Back |
Administration English |