Játtað í:
2025

Granskingarøki:
Náttúruvísindi & tøkni

Verkætlanarslag:
Verkætlan

Verkætlanarheiti:
Broytingar í vistskipanum á føroyskum firðum seinastu øldina

Verkætlanarleiðari:
Katrin Hoydal

Stovnur/virki:
Umhvørvisstovan

Aðrir luttakarar:
Halla W. Reinert, Anni Djurhuus, Ragnheiður Bogadóttir, Lise H. Ofstad, Birgitta Andreasen, Áki Vang

Verkætlanarskeið:
01.09.2025 - 31.08.2027

Samlaður kostnaður:
Kr. 2.091.890

Stuðul úr Granskingargrunninum:
Kr. 1.000.000

Verkætlanarlýsing:
Mannaskapt dálking á firðum er økt munandi. Firðirnir eru týðandi lívfrøðiligar framleiðslueindir og hava stóran týdning fyri mentan, samfelag og búskap. Tørvur er á betri vitan um vistskipanir á firðum, sum er ein fyritreyt fyri miðvísum arbeiði við náttúruvernd og økisnýtslu. Hetta hevur týdning fyri fyritøkur, sum hava sítt virksemi á sjónum, serliga aling og fiskivinnan, og sum ynskja at virka á burðardyggum grundarlagi. Málið við verkætlanini er at savna dátur og vísindaligar greinar, sum sett saman við ’Local Ecological Knowledge’ gevur eitt umfatandi yvirlit yvir broytingar á firðunum yvir tíð. Úrslitið fer at vísa, hvussu ymiskar mannaskaptar broytingar hava ávirkað føroyskar firðir. Nýggja vitanin fer at vera grundarlag undir framtíðar yvirvøku og umsiting av føroyskum firðum.

Støða:
Fer í gongd



<< Back
Administration     English