Játtað í: 2025 Granskingarøki: Náttúruvísindi & tøkni Verkætlanarslag: Verkætlan Verkætlanarheiti: Kortlegging av Føroysku PMCV Smittusøguni Verkætlanarleiðari: Maria Marjunardóttir Dahl Stovnur/virki: Heilsufrøðiliga Stravsstovan Aðrir luttakarar: Debes Hammershaimb Christiansen, Petra Elisabeth Petersen, Esben Rimstad, Torstein Tengs Verkætlanarskeið: 01.09.2025 - 31.09.2028 Samlaður kostnaður: Kr. 3.761.248 Stuðul úr Granskingargrunninum: Kr. 1.250.000 Verkætlanarlýsing: Í meira enn eitt áratíggju hevur alivinnan staðið fyri umleið helvtini av føroyska útflutningsvirðinum. Smittandi sjúkur eru tó ein støðug hóttan móti heilsuni hjá laksinum og ein av forðingunum fyri, at alivinnan kann vaksa. Piscine myocarditis virus (PMCV) er virusið handan sjúkuna hjartaklovningur (CMS), sum gevur álvarsamar skaðar í hjartað og viðførur ofta høgt felli í stórum laksi beint áðrenn slakt, og kann tískil vera sera kostnaðarmikið. Endamálið við verkætlanini er at greina PMCV epidemiologiskt fyri at kunna minkað um títtleikan av hjartaklovningi. Eisini vilja vit menna nýggjan kanningarhátt at finna virusið í umhvørvissýnum sum burðardygt alternativ til at taka lívið av fiskinum og harvið lýka krøvini til nýggju málini um djóravælferð. Støða: Fer í gongd << Back |
Administration English |