Játtað í:
2025

Granskingarøki:
Náttúruvísindi & tøkni

Verkætlanarslag:
Ph.d.-verkætlan

Verkætlanarheiti:
Endurnýtsla av útgrivnum gróti sum nýhugsandi tilfar

Verkætlanarleiðari:
Karin Habermehl-Cwirzen

Stovnur/virki:
Fróðskaparsetur Føroya

Aðrir luttakarar:
Dávur Johannesen, Bartal Hojgaard, Høgni Carlsson Kamban

Verkætlanarskeið:
01.08.2025 - 31.07.2028

Samlaður kostnaður:
Kr. 3.248.167

Stuðul úr Granskingargrunninum:
Kr. 650.000

Verkætlanarlýsing:
Føroyar eru treytaðar av innfluttum tilfari til byggiverkætlanir so sum vegir og bygningar. Hetta tilfarið verður flutt við skipi til Føroya. Hetta økir CO2-útlátið og ger Føroyar viðkvamar fyri veitingartrupulleikum, so sum seinkingum í flutningi. Samstundis er bert ein partur av tí basaltinum, sum verður tikið upp í sambandi við tunnilsverkætlanir í Føroyum, nýttur, og við avmarkaðum úrsliti. At brúka lokalt tilfar hevði verið bæði burðardygt og búskaparliga skilagott, men ymisk góðska á basaltinum og trupulleikar við teststandardum, sum verða nýttir til føroyskt grót, gera tað torført at gagnnýta tilfarið. Gjøgnumførd royndargransking, serliga tillagað kanningar, AI-grundað modellering og flokking fara at tryggja, at lokalt basalt kann nýtast trygt og effektivt í bygging í Føroyum.

Støða:
Fer í gongd



<< Back
Administration     English