Játtað í:
2025

Granskingarøki:
Náttúruvísindi & tøkni

Verkætlanarslag:
Ph.d.-verkætlan

Verkætlanarheiti:
Gagnnýtsla av vitlíki í orkustýringarskipanini fyri at økja um virknið og minka um útlátið av koldioksidi á leiðini til 100% burðardygga elskipan

Verkætlanarleiðari:
Terji Nielsen

Stovnur/virki:
SEV

Aðrir luttakarar:
Claus Leth Bak, Hannes Gislason, Høgni Carlson Kamban, Helma Maria Tróndheim

Verkætlanarskeið:
01.01.2025 - 31.12.2027

Samlaður kostnaður:
Kr. 2.736.149

Stuðul úr Granskingargrunninum:
Kr. 650.000

Verkætlanarlýsing:
PhD-verkætlanin hevur til endamáls at gagnnýta vitlíki (AI) í orkustýringarskipanini fyri at økja um effektivitetin og minka um útlátið av koltvíiltu, við tí fyri eyga at røkka eini 100% burðardyggari elskipan í Føroyum. Verkætlanin fevnir um at gagnnýta AI-modellir til at gera neyvar forsagnir um samlaðu elnýtsluna, veðurog framleiðsluforsagnir fyri einstøku framleiðslueindirnar, herundir serliga varandi orkuframleiðslueindirnar, og at gera eina optimering av framleiðsluni við tilhoyrandi skipanarberandi útbúnaði og orkugoymslum til tess at tryggja, at elframleiðslan verður so støðug sum gjørligt, so bílig sum gjørligt og við so lítlum CO2-útláti sum gjørligt.

Støða:
Fer í gongd



<< Back
Administration     English