Játtað í:
2025

Granskingarøki:
Samfelagsvísindi

Verkætlanarslag:
Verkætlan

Verkætlanarheiti:
Føroysk ungdómsfráflyting, útbúgving, afturflyting og samfelag: Ein fleirháttarlig tilgongd

Verkætlanarleiðari:
Tróndur Møller Sandoy

Stovnur/virki:
Fróðskaparsetur Føroya

Aðrir luttakarar:
Erika Anne Hayfield, Juanna Schrøter Joensen, Runa Preeti Ísfeld

Verkætlanarskeið:
01.08.2025 - 30.06.2028

Samlaður kostnaður:
Kr. 2.550.118

Stuðul úr Granskingargrunninum:
Kr. 950.000

Verkætlanarlýsing:
Fráflyting, serliga av ungum fólki, er ein stór hóttan fyri smá oyggjasamfeløg og bygdarøki, tí hon kann hava avgerandi ávirkan bæði samfelagsliga, búskaparliga og demografiskt. Hóast hetta, er tað enn nógv vitan, sum tørvur er á fyri at skilja, hví hetta er so, og hvat kann gerast við tað. Í hesi verkætlan fara vit at kanna fráflyting á ein nýggjan hátt: Vit knýta dátur frá skráum frá tveimum ymiskum londum saman við eini umfatandi spurnarkanning og kvalitativum samrøðum. Hetta fer at gera tað møguligt hjá okkum at nágreina fráflytingar- og afturflytingaravgerðirnar og hvat, ið liggur til grundar fyri tær. Hetta er vitan, ið stórur tørvur er á í Føroyum, eins og í øðrum smáum samfeløgum og bygdarøkjum kring heimin.

Støða:
Fer í gongd



<< Back
Administration     English