Játtað í: 2025 Granskingarøki: Samfelagsvísindi Verkætlanarslag: Ph.d.-verkætlan Verkætlanarheiti: At verkseta PISA gransking: Ein design granskingartilgongd til at menna støddfrøðiligt lesføri hjá næmingum í hádeild fólkaskúlans. Verkætlanarleiðari: Ingi Heinesen Højsted Stovnur/virki: Fróðskaparsetur Føroya Aðrir luttakarar: Tomas Højgaard, Eirini Geraniou, Ola Helenius Verkætlanarskeið: 01.08.2025 - 31.07.2028 Samlaður kostnaður: Kr. 2.625.444 Stuðul úr Granskingargrunninum: Kr. 1.700.000 Verkætlanarlýsing: Verkætlanin hevur til endamál at styrkja um førleikar hjá føroyskum næmingum í hádeild fólkaskúlans til støddfrøðiliga modellering og nýtslu av talgildum amboðum. Umvegis Design Research verður innlit frá PISA kanningum umset til ítøkiligar undirvísingargongdir og Communities of Practice ástøði verður brúkt fyri at stuðla læraratillagingum. Ein kvasi-eksperimentell kanning fer at kanna ávirkanina av verksetanini við at greina pre- og post-kanningar, interview og eygleiðingar í skúlum og greining av PISA 2029 fyri at meta um langtíðar ávirkan. Verkætlanin tekur hond um ítøkiligar avbjóðingar í føroyska skúlaverkinum umframt at veita virðismikið innlit innan implementering granskingarøkið. Umsóknin er til fígging av einum Ph.d.-lesandi til at fremja granskingina, sum er lýst í verkætlanini. Støða: Fer í gongd << Back |
Administration English |