Játtað í: 2025 Granskingarøki: Hugvísindi Verkætlanarslag: Verkætlan Verkætlanarheiti: Samanhald gevur styrki - Uppruni, gongd og ávirkan hjá føroysku Kvinnufylkingini frá 1975 til fyrst í 1980’unum Verkætlanarleiðari: Margretha Nónklett Stovnur/virki: Tjóðsavnið Aðrir luttakarar: Malan Marnersdóttir, Firouz Gainii, Cecil Marie Scou Pallesen Verkætlanarskeið: 15.08.2025 - 15.04.2026 Samlaður kostnaður: Kr. 504.412 Stuðul úr Granskingargrunninum: Kr. 330.000 Verkætlanarlýsing: Granskingarverkætlanin “Samanhald gevur styrki: Uppruni, gongd og ávirkan hjá føroysku Kvinnufylkingini frá 1975 til fyrst í 1980’unum” hevur til endamáls at kortleggja og greina søguna hjá Kvinnufylkingini frá byrjan til enda, t.e. frá umleið 1975 til fyrst í 1980-árunum. Verkætlanin kannar, hvat eyðkendi rørsluna, á hvønn hátt rørslan útinti virki sítt og hvat hendi við henni aftaná tey fyrstu virknu árini. Eisini verður mett um, hvørja ávirkan rørslan fekk í samtíðini. Verkætlanin byggir á fjølbroytt keldutilfar, m.a. kvalitativar samrøður við kvinnur, ið hava verið virknar í rørsluni. Úrslitið av granskingini er ein granskingargrein og ein 8. mars serframsýning á Tjóðsavninum, har denturin verður lagdur á lívsskeiðið hjá Kvinnufylkingini. Støða: Fer í gongd << Back |
Administration English |