Játtað í: 2024 Granskingarøki: Arbeiðsmarknaðargransking Verkætlanarslag: Ph.d.-verkætlan Verkætlanarheiti: Virknaðurin av toymisinterventión á kensluliga møði hjá føroyskum umsorganarstarvsfólki Játtanarnummar: 4010 Verkætlanarleiðari: Annika Helgadóttir Davidsen Stovnur/virki: Fróðskaparsetur Føroya Aðrir luttakarar: Pál Weihe, Ida Elisabeth Huitfeldt Madsen, Esther Djurhuus Verkætlanarskeið: 01.09.24-31.08.27 Samlaður kostnaður: 2.589.432 DKK Stuðul úr Granskingargrunninum: 1.340.000 DKK Verkætlanarlýsing: Kensluligu krøvini, ið sett verða umsorganarstarvsfólki, eru ofta stór, og vísir gransking, at hesi starvsfólk í størri mun enn onnur eru í vanda fyri umsorganarmøði og at brenna út vegna arbeiðið. Samstundis eru avbjóðingar við starvsfólkatroti á hesum øki, serliga tí talið á eldri føroyingum, ið hava tørv á røkt og professionellari umsorgan, er vaksandi. Endamálið við hesi kanning er at kanna eina interventión, ið knýtir seg at hugtøkunum sosialum kapitali og sálarfrøðiligum tryggleika, fyri at betra um sálarliga arbeiðsumhvørvið hjá umsorganarstarvsfólki. Í føroyskum høpi eru ongar kanningar gjørdar um hetta áður, og kanningarúrslitini kunnu fáa týdning fyri arbeiðsumhvørvið: Fyri starvsfólk, fyri arbeiðsgevarar og fyri tey, ið fáa professionella umsorgan. Støða: Fer í gongd << Back |
Administration English |