Játtað í:
2024

Granskingarøki:
Arbeiðsmarknaðarkanningar

Verkætlanarslag:
Kanningarverkætlan

Verkætlanarheiti:
Hvussu er tað at vera fosturforeldur?

Játtanarnummar:
4025

Verkætlanarleiðari:
Annlis Bjarkhamar

Stovnur/virki:
Fosturforeldrafelagið

Aðrir luttakarar:
Katrin av Kák, Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetur Føroya, og ein fylgibólkur

Verkætlanarskeið:
01.07.2024-28.02.2025

Samlaður kostnaður:
213.000 DKK

Stuðul úr Granskingargrunninum:
213.000 DKK

Verkætlanarlýsing:
Í Føroyum hava vit 94 fosturforeldur, sum hava opnað teirra heim og hjørtu fyri børnum, sum hava tørv á umsorgan og tryggleika. Vit hava lítla og onga vitan um arbeiðsumstøðurnar hjá hesum fosturforeldrum, tí vil Fosturforeldrafelagið seta sjóneykuna á tað at vera fosturforeldur við at gera eina spurnarkanning millum øll fosturforeldur. Okkum tørvar vitan fyri betur at fáa eina fatan av, um fosturforeldraskipanin tænir sínum endamáli, og um arbeiðsumstøðurnar eru nøktandi hjá fosturforeldrum. Tann vitan vit fáa frá eini slíkari kanning kann verða við til at mynda broytingar og betringar, og kann geva haldgóða vitan um, hvar neyðugt er við batum, og á tann hátt góðskutryggja arbeiðsumstøðurnar hjá fosturforeldrum frameftir.

Støða:
Virkin



<< Back
Administration     English