Játtað í: 2024 Granskingarøki: Arbeiðsmarknaðarkanningar Verkætlanarslag: Kanningarverkætlan Verkætlanarheiti: Javnvág millum arbeiðslív og frítíð hjá akademikarum í Føroyum Játtanarnummar: 4024 Verkætlanarleiðari: Ingibjørg Berg Stovnur/virki: Akademikarafelag Føroya, AKF Aðrir luttakarar: Regin Berg og Søgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparsetur Føroya Verkætlanarskeið: 01.08.2024-30.04.2025 Samlaður kostnaður: 578.384 DKK Stuðul úr Granskingargrunninum: 298.384 DKK Verkætlanarlýsing: Hvør er veruliga arbeiðstíðin hjá akademikarum í Føroyum, og hvusssu uppliva tey tíðartrýst og javnvág millum arbeiði og frítíð? Kanningar uttanlands staðfesta, at akademikarar arbeiða væl meira enn sáttmálin ásetir, og at hetta ávirkar trivnað og lívsgóðsku neiliga. Vit vænta ikki, at støðan er betri í Føroyum, her hvør einstakur situr við fjøltáttaðari ábyrgd, og fá ella eingin er at deila arbeiðsbyrðuna við. Familja og sosial sambond hava ein stóran leiklut, og kynsleiklutirnir eru siðbundnir. Tí kann hugsast, at serliga kvinnuligir akademikarar uppliva tíðartrýst. Hetta hevur týdning at vita, nú størri partur av arbeiðsmegini verður akademiserað, og Føroyar sum mikrotjóð skal megna uppgávurnar sum partur av einum globaliseraðum heimi. Støða: Virkin << Back |
Administration English |