Játtað í: 2024 Granskingarøki: Náttúruvísindi & tøkni Verkætlanarslag: Verkætlan Verkætlanarheiti: Føroyska hvalspýggjan og vitan um útbreiðsluna av hvalspýggjum í Norðuratlantshavi Játtanarnummar: 0479 Verkætlanarleiðari: Amanda Vang Stovnur/virki: Firum Aðrir luttakarar: Ian Salter, Debes H. Christensen, Luis Martell, Aino Hosia, Tone Falkenhaug, Kylie Pitt, Bela Stantic, Lukas Folkman, Maria M. Dahl, Petra E. Petersen, Eirikur Danielsen, Kim McKinnell Verkætlanarskeið: 01.08.2024-31.12.2026 Samlaður kostnaður: 5.142.380 DKK Stuðul úr Granskingargrunninum: 1.000.000 DKK Verkætlanarlýsing: Hvalspýggj kunnu verða ein stór hóttan í mun til eina burðadygga alivinnu. Harafturat kunnu hvalspýggj siga nógv um vistskipanina í sjónum, og verða tí nýtt sum indikator fyri møguligar broytingar í føðiketuni í sjónum. Hóast stóra burðadygga og vistfrøðiliga týdning er sera lítil vitan um hvalspýggj í føroyskum sjógvi. Endamálið við hesari verkætlan er at seta í verk eina føroyska hvalspýggja yvirvøku, og at stovna og menna ein føroyskan hvalspýggja dátugrunn í GLOBECC við dátum, sum fara at fáast til vega í sambandi við sjókanningarnar sum Havsstovan, Firum og Bakkafrost longu gera. Henda verkætlan vil geva vitan um útbreiðsluna av hvalspýggjum í norð Atlantiska havinum, sum er grunnleggjandi fyri at kunna meta um møguligar uppblómingar, og hvussu hvalspýggj ferðast í hesum økið. Støða: Virkin << Back |
Administration English |