Játtað í:
2024

Granskingarøki:
Náttúruvísindi & tøkni

Verkætlanarslag:
Ph.d.-verkætlan

Verkætlanarheiti:
Umhvørvis DNA - Eitt hent amboð til stovnskanningar av uppsjóvarfiski og skráseting av hjáveiðu

Játtanarnummar:
0478

Verkætlanarleiðari:
Marjun á Fríðriksmørk Berbisá

Stovnur/virki:
Nátturuvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum

Aðrir luttakarar:
Anni Eli Djurhuus, Ian Salter, Annika Nolsøe, Tórheðin Jónsveinsson Jensen

Verkætlanarskeið:
01.05.2024-01.05.2027

Samlaður kostnaður:
3.616.815 DKK

Stuðul úr Granskingargrunninum:
370.000 DKK

Verkætlanarlýsing:
Snúningspunktið í verkætlanini er at brúka umhvørvis DNA (uDNA) til at fáa gjøllari vitan um uppsjóvarfisk í føroyskum sjógvi, ið skal leggja lunnar undir einari burðardyggari góðkenning til føroysku nótaskipini. Verkætlanin er býtt í trý: 1) Menna eina mannagongd til sýnistøku av sjógvi, har uDNA verður skilt frá. Tað er alneyðugt at mannagongdin kann gerast umborð á øllum skipasløgum, ikki bert rannsóknarskipi, og at sýnini ómaksleyst kunnu takast av einumhvørjum dekkara. 2) Dáturnar frá avlisnum uDNA verða nýttar til at staðfesta ferðingarmynstur hjá uppsjóvarfiski í føroyskum sjóøkið árið runt. 3) uDNA verður nýtt til nágreiniligar staðfestingar av hjáveiðu, við sýnum úr fiskatangunum umborð á nótaskipunum. Úrslitini verða samanborin við skrásettu hjáveiðuna, tá fiskurin er landaður.

Støða:
Virkin



<< Back
Administration     English