Játtað í:
2024

Granskingarøki:
Heilsuvísindi

Verkætlanarslag:
Ph.d.-verkætlan

Verkætlanarheiti:
Primær Ciliær Dyskinesi í Føroyum

Játtanarnummar:
0367

Verkætlanarleiðari:
Fróði Fríðason Jensen

Stovnur/virki:
Landssjúkrahúsið

Aðrir luttakarar:
Jann Mortensen, Jan Rasmussen, Kim Gjerum Nielsen, June Kehlet Marthin, Heymut Omran, Tórur Sjúrðarson

Verkætlanarskeið:
01.11.2024-31.10.2027

Samlaður kostnaður:
3.709.658 DKK

Stuðul úr Granskingargrunninum:
1.000.000 DKK

Verkætlanarlýsing:
Primer Ciliær Dyskinesi (PCD) er ein sjáldsom ílegusjúka, sum ávirkar flutningin av slími í likaminum. Útbreiðslan í heiminum er mett at vera 1:10.000 til 1:20.000, samanborið við ein mettan títtleika á 1:4.500 í Føroyum. PCD sjúklingar hava afturvendandi ígerð í luftrásini, ófruktbæri og situs frávik. Illgruni er um, at títtleikin av PCD í heiminum er hægri enn mett. Í hesari verkætlanini fara vit at kanna um títtleikin í Føroyum er hægri enn mett. Og vit fara at gera eina gjølla kanning av føroysku sjúklingunum við PCD fyri fyrstu ferð, íroknað at kanna ílegufrávik og upprunan til frávikini í Føroyum. Verkætlanin er eitt samstarv millum Landssjúkrahúsið, Ríkissjúkrahúsið og Lærda Háskúlan í Keypmannahavn, eins og Universitetssjúkrahúsið í Münster í Týsklandi.

Støða:
Fer í gongd



<< Back
Administration     English