Játtað í: 2024 Granskingarøki: Heilsuvísindi Verkætlanarslag: Verkætlan Verkætlanarheiti: Hava ”varandi dálkingarevni” ”varandi ávirkan” – ein kanning av PFAS eksponering og ovurfiti hjá vaksnum føroyingum Játtanarnummar: 0366 Verkætlanarleiðari: Maria Skaalum Petersen Stovnur/virki: Heilsugranskingareindin í Sjúkrahúsverkinum Aðrir luttakarar: Pál Weihe, Philippe Grandjean, Flemming Nielsen, Amalie Timmermann Verkætlanarskeið: 01.01.2025-31.12.2026 Samlaður kostnaður: 3.664.727 DKK Stuðul úr Granskingargrunninum: 660.000 DKK Verkætlanarlýsing: PFAS hópast upp í umhvørvinum og í mannakroppinum og kunnu ávirka fitistýringina. Prenatal PFAS eksponering er sett í samband við lága føðivekt og tálmaðan vøkstur hjá pinkubørnum. Tó eru enn ongar kanningar gjørdar av prenatalari PFAS eksponering og ovurfiti hjá vaksnum. Hjá eini prospektivari burðarkohortu við 1022 føroyskum børnum varð PFAS mált við føðing og við 7, 14, 22 og 28 ára aldur; hædd, vekt, mjadnar og miðja vórðu mátað við hvønn aldur, meðan skin-fold og feittprosent vórðu mátað við 22 og 28 ára aldur. Í hesari verkætlanini fara vit at gera uppfylgjandi kanningar av hesi kohortuni við 39 ára aldur fyri at kanna, um PFAS eksponering tíðliga í lívinum kann setast í samband við ovurfiti hjá børnum, ungum og vaksnum. Støða: Fer í gongd << Back |
Administration English |