Játtað í:
2024

Granskingarøki:
Samfelagsvísindi

Verkætlanarslag:
Ph.d.-verkætlan

Verkætlanarheiti:
Hvussu megna og skipa kvinnur í oyggjasamfeløgum ólønt umsorgarnararbeiði? Ein komparativ kanning

Játtanarnummar:
0530

Verkætlanarleiðari:
Sissal Tókadóttir Dahl

Stovnur/virki:
University of Groningen, Niðurlond

Aðrir luttakarar:
Dimitris Ballas, Leonieke Bolderman

Verkætlanarskeið:
01.11.2024-30.10.2027

Samlaður kostnaður:
1.898.869 DKK

Stuðul úr Granskingargrunninum:
1.200.000 DKK

Verkætlanarlýsing:
Formiligar skipanir og fyrisitingin av umsorgan í Evropa er í kreppu. Tað er tí átrokandi at ítøkiliggera og viðurkenna ólønt umsorganararbeiði. Ólønt umsorganararbeiði hevur grundleggjandi týdning fyri vælferðarsamfelagið, men heldur tó áfram at vera undirmett. Hetta forðar fyri nágreiðniligari virðisásetan, og almennari menning og tískil útvegan av skipanum at nøkta umsorganartørvinum. Endamálið við verkætlanini er at kanna, hvussu kvinnur megna og skipa ólønt umsorganararbeiði í gerandisdegnum í oyggjasamfeløgum. Endamálið verður rokkið við einari tvørvísindaligari komparativari kanning av undirstøðukervinum undir ólønta umsorganararbeiðinum, subjektivum royndum av broyttum vælferðarpolitikki, umframt luttakandi menning av framtíðar umsorganararbeiði.

Støða:
Fer í gongd



<< Back
Administration     English