Játtað í: 2024 Granskingarøki: Heilsuvísindi Verkætlanarslag: Verkætlan Verkætlanarheiti: Landsfevnandi kanning av heilivágsnýtslu í Føroyum Játtanarnummar: 0365 Verkætlanarleiðari: Harriet Hammer Stovnur/virki: Deildin fyri Heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum Aðrir luttakarar: Maria Skaalum Petersen, Niels Joensen, Anton Pottegård Verkætlanarskeið: 01.08.2024-31.07.2025 Samlaður kostnaður: 771.864 DKK Stuðul úr Granskingargrunninum: 390.000 DKK Verkætlanarlýsing: Almenn hagtøl um heilivágsnýtslu í Føroyum eru sparsom, og søguliga er týdningarmikil vitan um heilivágsnýtslu ikki vorðin nýtt í nóg stóran mun til at betra um nýtsluna. Kanningar av heilivágsnýtsluni í grannalondunum hava verið avgerandi í mun til at tryggja skynsama nýtslu av heilivági, og úrslitini frá hesari kanning verða tískil við til at veita tíðandi nýggja vitan. Úrslitini kunnu lýsa og eyðmerkja átaksøkir innanfyri heilivágsnýtslu, har tørvur er á at vísa serlig atlit og ansni, og úrslitini kunnu stuðla myndugleikum í støðutakan, tá átøk til at fremja skynsama heilivágnýtslu skulu viðgerast og setast í verk í føroyska samfelagnum og heilsugeiranum. Eisini kunnu úrslitini verða grundarsteinur undir gjøllari kanningum av møguligari óhóskandi heilivágsnýtslu millum føroyingar. Støða: Fer í gongd << Back |
Administration English |