Játtað í: 2024 Granskingarøki: Samfelagsvísindi Verkætlanarslag: Ph.d.-verkætlan Verkætlanarheiti: Frá firring til luttøku – ein kanning av fráveru og luttakandi virki í undirvísingarumhvørvum í Føroyum Játtanarnummar: 0529 Verkætlanarleiðari: Pætur Zachariasson Stovnur/virki: Nám Aðrir luttakarar: Erika Hayfield, Dorte Marie Søndergaard, Tóra Petersen, Verkætlanarskeið: 01.08.2024-01.08.2027 Samlaður kostnaður: 2.620.574 DKK Stuðul úr Granskingargrunninum: 1.600.000 DKK Verkætlanarlýsing: Skúlafrávera hevur vakt almennan, politiskan og fakligan ans seinastu árini. Hesin vaksandi áhugin avspeglar hækkandi tilburðir av longdari skúlafráveru bæði í Føroyum og uttanlanda. Skúlafrávera verður sett í samband við ring sálarlig, sosial og faklig útlit, sum kunnu ávirka bæði næmingin og nærmastu familjuna. Í hesi verkætlan verður skúlafrávera kannað, fyrst og fremst frá barnsins sjónarhornið, við at seta sjóneykuna á luttøku, fremmandagerð og samleikamenning innan skúlagátt, og meta um hvussu slík viðurskiftir ávirka skúlafráveru. Ástøðiliga grundarlagið er ein samanrenning millum post-strukturalistisk og nýmaterialistisk sjónarmið, meðan háttalagið fevnir um semi-struktrureraðar samrøður við næmingar og viðkomandi áhugapartar, umframt fakligar eygleiðingar í útvaldum skúlum. Støða: Fer í gongd << Back |
Administration English |