Játtað í:
2023

Granskingarøki:
Náttúruvísindi & tøkni

Verkætlanarslag:
Verkætlan

Verkætlanarheiti:
Kortleggjan av økjum við ódligum rák-aldu samspæli kring Føroyar

Játtanarnummar:
0475

Verkætlanarleiðari:
Knud Simonsen

Stovnur/virki:
Nátturuvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum

Aðrir luttakarar:
Bárður Joensen, Bárður Niclasen, Jari í Hjøllum

Verkætlanarskeið:
01.06.2023 - 31.05.2025

Samlaður kostnaður:
2.643.777 DKK

Stuðul úr Granskingargrunninum:
855.000 DKK

Verkætlanarlýsing:
Samanspælið millum streym og aldu kann elva til sjóstøður, sum kunnu verða avbjóðandi fyri virksemi á sjónum, men eru eisini av týðningin fyri at skilja hvussu sjógvurin er og serliga tær blandings tilgongdirnar, sum áseta havumhvørvið, ið vøksturin í sjónum er tengdur at. Føroyar liggja í økinum, har hægstu aldur yvirhøvur eru mátaðar við vísindatólum, og í økinum er hart rák serliga av sjóvarfalllinum inni á grunnum og av stóru havstreymunum, sum ferðast framvið okkum. Hetta umhvørvið er í stóran mun grundarlagi undir búskapinum hjá landinum. Hóast hetta, so eru økini, har serlig aldu og streym viðurskifti kunnu gera hættislig fyri virksemi á sjónum, bert í lítlan mun skjalfest, og vit kenna lítið til tilgongdirnar, sum elva til hesar umstøðurnar. Her verður skotið upp at víðka verandi virksemi við ein rákmyndli, sum byggir á FVCOM-myndilin fyri føroyska sjóøkið, til eisini at fevna um ein aldumyndil, og brúka hetta amboðið til at kortleggja økir, sum kunnu gerast serliga hættislig undir givnum veðurumstøðum bæði millum oyggjarnar og úti við Landgrunnakantinum, og at kanna leiklutin, sum alda hevur í blandingina av hita og saltinnihaldinum í økinum.

Støða:
Virkin



<< Back
Administration     English