Játtað í:
2023

Granskingarøki:
Náttúruvísindi & tøkni

Verkætlanarslag:
Verkætlan

Verkætlanarheiti:
Kanningar av grundvatns menningarmøguleikum í Føroyum

Játtanarnummar:
0473

Verkætlanarleiðari:
Óluva R. Eidesgaard

Stovnur/virki:
Jarðfeingi

Aðrir luttakarar:
Jana Ólavsdóttir, Barbara B. Hansen, Uni Árting, Andrea Popp

Verkætlanarskeið:
01.08.2023 - 31.07.2024

Samlaður kostnaður:
1.360.991 DKK

Stuðul úr Granskingargrunninum:
735.000 DKK

Verkætlanarlýsing:
Vatn - lívsins grundarsteinur - er millum heimsins mest virðismiklu tilfeingi. Umframt at vera brúkt sum drekkivatn kann tað eisini brúkast sum orkukelda. Grundvatn er ein av størstu spælarunum í fesktvatnsringrásini, men hóast vaksandi vitan um hetta tilfeingið, verður tað einans brúkt í sera avmarkaðari nøgd í Føroyum í dag.

Talið av jarðhitaboringum hevur seinastu árini verið vaksandi - og við teimum vitanin um grundvatnsgoymslur. Endamálið við hesi verkætlan er at fáa eina betri heildarmynd av grundvatninum, soleiðis at menningarmøguleikar av hesum lítið kannaða møguleika kunnu kannast og brúkast á besta og burðardyggasta hátt. Endamálið er, umframt at fáa eina betri heildarmynd av grundvatnsgoymslunum, eisini at byggja ein alment atkomuligan online GIS-platform, ið skal liggja til grund fyri framtíðar kanningum, bæði tá tað kemur til at tryggja reint drekkivatn til borgarar og vinnu árið runt, men eisini tá tað kemur til at troyta teir orkumøguleikar, sum í dag enn eru óbrúktir.

Í 2015 legði ST fram 17 menningarmál um burðardygd, sum Føroyar saman við umheiminum ynskja at halda seg til. Eitt av hesum málum (mál nummar 6) er at tryggja atkomu og burðardygga stýring av vatni og reinføri. Úrslitini frá hesi kanning kunnu gerast grundarlag fyri eini meira burðardyggari nýtslu av vatni. Harumframt kunnu tey vera við til at tryggja atkomu til vatn - eisini um summarið, tá atkoman kann vera avmarkað hjá summum borgarum. Harafturat kunnu úrslitini vera við til at økja um nýtsluna av burðardyggari orku í samsvari við menningarmál nummar 7.



Støða:
Virkin



<< Back
Administration     English