Játtað í: 2023 Granskingarøki: Náttúruvísindi & tøkni Verkætlanarslag: Ph.d.-verkætlan Verkætlanarheiti: Termohalina rákið gjøgnum føroyskt sjóøki Játtanarnummar: 0472 Verkætlanarleiðari: Karin Margretha H. Larsen Stovnur/virki: Havstovan, DMI og Náttúruvísindadeildin á Fróskaparsetrinum Aðrir luttakarar: Steffen Malskær Olsen, Andrea Gierisch, Bogi Hansen, Hjálmar Hátún Verkætlanarskeið: 01.09.2023 - 31.08.2026 Samlaður kostnaður: 3.081.026 DKK Stuðul úr Granskingargrunninum: 860.000 DKK Verkætlanarlýsing: Í verkætlanini Faroe-AMOC verður dentur lagdur á rákið av heitum og køldum sjógvi millum Norðuratlantshav og Arktis, og ávirkanina, sum hesir týdningarmiklu streymar hava á veðurlagið um okkara leiðir. Føroyar liggja á Grønlands-Skotlandsrygginum, sum forðar bæði heitum Atlantssjógvi í teimum ovaru løgunum at ferðast norðureftir og køldum yvirflotssjógvi í teimum djúpu løgunum at ferðast suðureftir. Rákið av Atlantssjógvi og yvirflotssjógvi eru partar av termohalina rákinum (á enskum stytt AMOC), sum førir heitan sjógv móti Arktis. Sambært veðurlagsmodellum væntast termohalina rákið at vikna í hesi øldini, men stór óvissa er um hendan norðara partin. Um týðandi broytingar verða í hesum ráki, fer tað væntandi at ávirka varmaflutningin móti Arktis og hetta kann hava stóra ávirkan á vistskipanir um okkara leiðir. Vitanin um framtíðar broytingar er tó avmarkað av vantandi neyvleika í veðurlagsmodellunum. Í seinastuni hevur tað verið stór menning í at leggja smærri neyvari model inní tey stóru modellini, og hetta leggur lunar undir betri vitan grundað á modellir. Í Faroe-AMOC verður alt økið millum Ísland og Skotland greina, men dentur verður lagdur á Íslandsryggin. Úrslit frá mátingum og modellum seinastu tjúgu árini verða nýtt og ein PhD studentur verður settur at arbeiða við verkætlanini. 3 Saman við granskarum á Havstovuni og donsku veðurstovuni (DMI) verður sínámillum ávirkan millum rákini av heitum og køldum sjógvi kannað, umframt broytingar í eitt nú hita og saltinnihaldi og hvussu modellini rokna rákið. Støða: Virkin << Back |
Administration English |