Játtað í:
2023

Granskingarøki:
Náttúruvísindi & tøkni

Verkætlanarslag:
Verkætlan

Verkætlanarheiti:
Kanning av sjófugli í Atlantshavi - Hvørji árin kunnu ljósdálking og virksemi á sjógvi hava á náttarvirknan sjófugl í Landnyrðingsatlantshavi?

Játtanarnummar:
0470

Verkætlanarleiðari:
Rob Thomas

Stovnur/virki:
Cardiff University and Eco-explore Community Interest Company í Samstarvi við Umhvørvisstovuna

Aðrir luttakarar:
Sjúrður Hammer, Ben Porter

Verkætlanarskeið:
01.04.2024 - 31.03.2027

Samlaður kostnaður:
980.252 DKK

Stuðul úr Granskingargrunninum:
610.000 DKK

Verkætlanarlýsing:
Mannaskaptar ljóskeldur fáa vaksandi umrøðu kring allan heim, so hvørt sum útbreiðslan av ljósi á náttartíð gerst meir og meir. Ein bólkur av djórum, sum eru serliga útsett fyri árini av ljósi eru skrápaættin Procellariformes (drunnhvítar og skrápur),tí hesi sløgini eru virkin um náttina. Føroyar er heimstaður fyri altjóða stórar stovnar av hesum fuglum – serliga er tað drunnhvítin Hydrobates pelagicus hvørs føroyski bústovnur er mettur at vera 90% av heimsstovninum. Drunnhvítin er eitt fuglaslag, sum mann veit ávirkast av mannaskaptum ljósi. Tó so hava ongar kanningar verið gjørdar í Føroyum ella føroyska økinum av, hvussu ljós ávirkar hetta slagið. Samstundis er øktur áhugi fyri at menna frálanda-vindorkuframleiðslu og aling, og hugsandi er, at slíkt økt virksemi kann hava bæði jaligt og neiligt árin á henda sjófugl.Tí er tað átrokandi tørvur á at kanna hetta nærri. Í kanning okkara vilja vit kanna, hvussu náttarvirkin fuglur ber seg at í mun til mannaskapt ljós og aling á sjónum við Føroyar og longri úti á landgrunninum. Dentur verður lagdur á drunnhvítan og at kanna, hvussu frálanda-vindorka, aling og mannaskaptar ljóskeldur ávirka atferð teirra og vistfrøði. Vit fara at brúka eina røð av 3 nýhugsaðum hættum, millum annað at festa GPS loggarar á reiðrandi drunnhvíta, brúka hitamyndatøkni og at gera ljósroyndir fyri at kanna, hvørjar bylgjulongdir av ljósi ávirka atferðina. Vit ætla eisini at innsavna vitan um strandingar, har nýliga floygdir drunnhvítaungar serliga eru útsettir fyri ljósdálking og eru at finna rundan um lyktapelar og ljósmastrar nógvastaðni í landinum.

Eingin skipað gransking er framd innan hetta skiftið í Føroyum. Manglandi granskingin ger hesa verkætlanina viðkomandi tí við henni kann vitan fáast um, hvussu og í hvønn mun krøv og fatanir av læring hava eina ávirkan á læringina og menningina hjá barninum sum heild.

Lógir, politikkur og ymiskar mannagongdir í ovastu løgum í samfelagnum eins og úti á teimum ymisku stovnunum hava ein ávirkan á krøv og sýn uppá fatanina av læring. Sýnið, sum námsfrøðingar og fólkaskúlalærarar hava á fatanina av læring, hava eisini eina ávirkan á læruna og menningina sum heild. Verkætlanin er deild sundur í tríggjar partar. Byrja verður við at arbeiða við einum bókmentayvirliti har endamálið er at finna nýggjastu gransking innan økið. Síðani verður ein greining av altjóða- og tjóðskaparligum lógum og stovnsligum mannagongdum framd. Hetta fer at geva eitt innlit í samfelagslig og stovnslig krøv og sýn á fatanina av læring. At enda verður arbeitt við eini greining av samrøðum við námsfrøðingar, fólkaskúlalærarar og foreldur.



Støða:
Fer í gongd



<< Back
Administration     English