Játtað í:
2023

Granskingarøki:
Samfelagsvísindi

Verkætlanarslag:
Ph.d.-verkætlan

Verkætlanarheiti:
Skiftið frá dagstovni í skúla og tey krøv og sýn uppá læring, sum Føroysk børn møta í skiftinum.

Játtanarnummar:
0242

Verkætlanarleiðari:
Sonja Olsen

Stovnur/virki:
Námvísindadeildin á Setrinum

Aðrir luttakarar:
Sara Margét Ólafsdóttir, Kalpana Vijayavarathan

Verkætlanarskeið:
01.08.2023 - 31.07.2027

Samlaður kostnaður:
2.393.537 DKK

Stuðul úr Granskingargrunninum:
500.000 DKK

Verkætlanarlýsing:
Børn skulu ígjøgnum fleiri stovnsskifti í sínum lívi har tey skulu tillaga seg. Hendan ph.d. verkætlanin granskar skiftið frá barnagarði til skúla. Høvuðsdentur verður lagdur á at kanna samfelagslig og stovnslig krøv, eins og fatanina av læring ið børn møta í hesum skiftinum í Føroyum.

Eingin skipað gransking er framd innan hetta skiftið í Føroyum. Manglandi granskingin ger hesa verkætlanina viðkomandi tí við henni kann vitan fáast um, hvussu og í hvønn mun krøv og fatanir av læring hava eina ávirkan á læringina og menningina hjá barninum sum heild. Lógir, politikkur og ymiskar mannagongdir í ovastu løgum í samfelagnum eins og úti á teimum ymisku stovnunum hava ein ávirkan á krøv og sýn uppá fatanina av læring. Sýnið, sum námsfrøðingar og fólkaskúlalærarar hava á fatanina av læring, hava eisini eina ávirkan á læruna og menningina sum heild. Verkætlanin er deild sundur í tríggjar partar. Byrja verður við at arbeiða við einum bókmentayvirliti har endamálið er at finna nýggjastu gransking innan økið. Síðani verður ein greining av altjóða- og tjóðskaparligum lógum og stovnsligum mannagongdum framd. Hetta fer at geva eitt innlit í samfelagslig og stovnslig krøv og sýn á fatanina av læring. At enda verður arbeitt við eini greining av samrøðum við námsfrøðingar, fólkaskúlalærarar og foreldur.



Støða:
Virkin



<< Back
Administration     English