Játtað í:
2023

Granskingarøki:
Heilsuvísindi

Verkætlanarslag:
Ph.d.-verkætlan

Verkætlanarheiti:
Sjúkuelvandi Serotypir av Pneumokokkum og broyting í berara og sjúku títtleika hjá børnum í Føroyum

Játtanarnummar:
0364

Verkætlanarleiðari:
Arnfinnur Kallsberg

Stovnur/virki:
Thetis og Roskilde Universitet

Aðrir luttakarar:
Marita Debess Magnussen, Shain Gaini, Hans Christian Slotved, Karen Angeliki Krigfelt, Pál Weihe

Verkætlanarskeið:
01.08.2023 - 01.02.2025

Samlaður kostnaður:
2.165.302 DKK

Stuðul úr Granskingargrunninum:
650.000 DKK

Verkætlanarlýsing:
Streptococcus Pneumoniae búðleikast serliga í nasaholuni og nasopharynx. Um ein er berari av hesari bakteriuni, er øktur møguleiki fyri sera sjúkuelvandi ella minni sjúkuelvandi sjúku. Serliga rakar sjúkan børn, eldri fólk og fólk við niðursettari immunverju. Síðan 2010 hava børn verið koppsett ímóti Streptococcus Pneumoniae við koppsetingini PCV-13. Okkara verkætlan kannar undirtypurnar av hesari bakteriuni hjá børnum, ið ganga á dagstovnum í Føroyum, og samstundis verða tær sera sjúkuelvandi typurnar granskaðar. Vit miðja eftir at fáa 1000 luttakandi børn frá dagstovnum í Føroyum. Allir dagstovnar eru bodnir við. Hvør sýnistøka er bert ein vitjan, har ein nasa poting verður framd, samstundis sum vit taka ímóti svaraðum spurnarblaði og samtykkisváttan frá foreldrunum. Sýnistøkan heldur fram til 1000 sýnir eru savnaði. Í januar 2023 vóru 465 sýni innsavnaði. Miðal luttøkan var 31%, har minsta og hægsta luttøkan vóru ávíkavist 13% og 70%. Fyribils berara títtleikin var 31%, harav børn undir 3 ár høvdu berara títtleika á 51%. Níggju út av tíggju vóru fult koppsett, ímeðan 5% ikki vóru koppsett. Undirtypurnar verða leypandi kannaðar. Við nærum helvtina av prøvunum síggja vit, at berara 3 talið er nakað lægri samanborið við eldri kanningar úr Føroyum. Hesar dátur og undirtypu-kanningar kunnu koma við virðismiklari kunning um framtíðar koppseting ímóti S. pneumoniae.

Støða:
Virkin

Avrik:
See PURE



<< Back
Administration     English