Játtað í:
2023

Granskingarøki:
Heilsuvísindi

Verkætlanarslag:
Verkætlan

Verkætlanarheiti:
Forsagnir og fylgir av at eldast: 3. kanning av føroysku sjeytiáringa kohortuni

Játtanarnummar:
0362

Verkætlanarleiðari:
Eina H. Eliasen

Stovnur/virki:
Heilsugranskingareindin í Sjúkrahúsverkinum

Aðrir luttakarar:
Maria Skaalum Petersen, Pál Weihe, Fróï Debes, Kaare Christensen

Verkætlanarskeið:
01.01.2024 - 31.12.2024

Samlaður kostnaður:
1.002.400 DKK

Stuðul úr Granskingargrunninum:
650.000 DKK

Verkætlanarlýsing:
Vit liva í einum aldrandi samfelag. Demografiska broytingin við vaksandi tali av eldri fólki ger, at tørvurin á sosialum og heilsutænastum økist í framtíðini. Við aldrinum koma ávísar heilsuligar avbjóðingar. Tí er týdningamikið at fáa til vega vitan, hvussu vit betra um ellsiárini og hvat viðvirkar til eitt heilsugott lív hjá fólki, sum náa høgan aldur. Tískil hava vit í hyggju at kanna føroysku sjeytiára kohortuna fyri triðju ferð, nú luttakararnir eru um 86-90 ára aldur – 15 ár eftir fyrstu kanning (baseline) og 5 ár síðani fyrstu endurkanning í 2018.

Tann føroyska sjeytiára kohortan (tann fyrsta og einasta eldra kohortan í Føroyum) varð sett á stovn í 2007/2008, har 713 føroyingar í aldrinum 70-74 ár luttóku í granskingarverkætlan um heilsustøðuna. 10 ár seinni í 2018 varð fyrsta endurkanning gjørd av somu persónum, og 347 vóru við. Í báðum førum vardi ein heilsukanning áleið 4 tímar, har kropsliga heilsustøðan og kognitivi førleikin vórðu kannað, blóðroynd tikin, umframt at tey eldru svaraðu spurnabløðum um ymisk lívsviðurskifti. At endurkanna somu føroyingar, sum nú eru 86-90 ár - á sama hátt sum gjørt varð í undanfarnu kanningum, gevur okkum ein serstakan møguleika at fáa vitan um, hvussu heilsustøðan broytist yvir tíð, sum vit eldast, umframt vitan um týdningarmiklar faktorar, sum tryggja at eldri føroyingar liva eitt langt og heilsugott lív til gagns fyri tey eldru og fyri tann heilsufremjandi politikkin í framtíðini.



Støða:
Fer í gongd



<< Back
Administration     English