Játtað í:
2023

Granskingarøki:
Heilsuvísindi

Verkætlanarslag:
Verkætlan

Verkætlanarheiti:
Kanning av kunningini tey seinastu 40 árini viðvíkjandi dálkingarevnum í grind

Játtanarnummar:
0363

Verkætlanarleiðari:
Elsa Helmsdal

Stovnur/virki:
Granskingareindin í Sjúkrahúsverkinum

Aðrir luttakarar:
Jesper Bo Nielsen, Maria Skaalum Petersen, Chris Furgal, Amanda D. Boyd

Verkætlanarskeið:
01.06.2023 - 01.02.2025

Samlaður kostnaður:
1.665.811 DKK

Stuðul úr Granskingargrunninum:
480.000 DKK

Verkætlanarlýsing:
Endamálið við verkætlanini er at kanna, hvørji viðurskifti (faktorar) hava týdning fyri effektivt samskifti (ella miðlan) um váðar í sambandi við skaðilig evni í grindahvali (váðasamskifti). Nøgdirnar av skaðiligum evnum í grind, til dømis kviksilvur, PCB og seinni PFAS, hava gjørt, at kjakast hevur verið um grind í føroyska kostinum í áratíggju. Í 2008 søgdu granskarar, at føroyingar eiga at gevast at eta grind, tí hvørki tvøst ella spik lúka treytirnar fyri loyvdum innihaldi av skaðiligum evnum. Kanningar vístu tá skaðilig árin á fostur og børn. Tey síðstu áratíggjuni hevur dúgliga verið roynt at greiða føroyingum frá um teir vandar, sum knýta seg at tí at eta grind. Hildið verður, at hetta er orsøkin til, at føroyingar hava munandi lægri kviksilvur innihald í blóðnum, serliga kvinnur í burðardyggum aldri. Hóast hetta, so vita vit ikki nógv um hvørjir faktorar gera seg galdandi í sambandi við effektivt samskifti viðvíkjandi vandunum við dálkingarevnum í mati, og ongar kanningar eru gjørdar, ið kanna hvørjir faktorar eru viðvirkandi til, at serliga kvinnur eta nógv minni av grind.

Endamálið við hesari PhD verkætlan er tí at kanna, hvørjir faktorar eru viðvirkandi til, hvørja fatan og vitan tann einstaki føroyingurin hevur um dálkingarevni í grindahvali. Til at svara hesum spurningi, fara vit at kanna, hvat hevur verið miðlað um dálkingarevni í grind tey seinastu 40 árini. Síðani verður eisini eitt spurnablað sent út til allar kvinnur og menn í aldrinum 26-30 ár, har vit spyrja tey um teirra vitan og fatan av dálkingarevni í grind.

Støða:
Virkin



<< Back
Administration     English