Játtað í: 2023 Granskingarøki: Samfelagsvísindi Verkætlanarslag: Ph.d.-verkætlan Verkætlanarheiti: Sosialur ójavni í heilsu í Føroyum Játtanarnummar: 0361 Verkætlanarleiðari: Vár Honnudóttir Stovnur/virki: Deildin fyri Heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum Aðrir luttakarar: Marin Strøm, Magni Mohr Verkætlanarskeið: 01.01.2024 - 31.12.2025 Samlaður kostnaður: 2.341.000 DKK Stuðul úr Granskingargrunninum: 585.000 DKK Verkætlanarlýsing: Um allan heimin sæst ein sosialur ójavni millum býtið av heilsu og sjúku, har tey sum eru sosialt verri fyri eru í størri vanda fyri sjúku og deyða. Føroyar verða hildnar at vera eitt sera javnt samfelag, og hetta verður eisini stuðlað við einum lutfalsligum lágum inntøku ójavna mált við GINI koeffisientinum. Til dagin í dag, hava allar hugsanir um, at Føroyar eru eitt javnt samfelag, út yvir løn, verði bygdar á gitingar. Føroyar eru eitt vælferðarsamfelag, har skúli og heilsuverk verða fíggjað við skatti. Arvafrøðiliga eru føroyingar líkir, grundað á fá upphavsfólk, og at vit gjøgnum tíðirnar hava livað sera avbyrgd. Eisini er sundurbýtið ímillum ymiskar sosialar bólkar nógv minni í smáum samfeløgum og persónlig- og arbeiðssambond eru minni sundurskild, og hetta sæst eisini í Føroyum. Fáar kanningar eru gjørdar um sosialan ójavna í Føroyum. Tó hevur ein kanning hugt eftir sambandinum ímillum útbúgvingarstøði og týpu 2 diabetes. Úrslitini vístu ein týðuligan sosialan gradient í vandanum at hava týpu 2 diabetes, har tey við færri enn 10 ára skúlagongd høvdu fýra ferðir øktan vanda at hava týpu 2 diabetes samanborið við tey, ið høvdu meira enn 13 ára skúlagongd. Hesi úrslit samsvara væl við úrslitini aðrastaðni, men passa ikki væl saman við hugsanum, at Føroyar eru eitt javnt samfelag. Okkara hypotesa er, at heilsa og sjúka eisini eru ójavnt býtt í Føroyum, eins og aðrastaðni. Endamálið við verkætlanini er at kanna, um tað er ein sosialur ójavni í býtinum millum heilsu og sjúku í Føroyum og møguligu mekanismunum aftanfyri. Støða: Fer í gongd << Back |
Administration English |