Játtað í:
2022

Granskingarøki:
Náttúra og tilfeingi

Verkætlanarslag:
Verkætlan

Verkætlanarheiti:
Broytingar í føði og lívssøgu hjá bleikjum og sílum í føroyskum vøtnum

Játtanarnummar:
0468

Verkætlanarleiðari:
Agnes-Katharina Kreiling

Stovnur/virki:
Tjóðsavnið

Aðrir luttakarar:
Camille A. Leblanc, , Kirsten S. Christoffersen, Leivur Janus Hansen, Bjarni K. Kristjánsson, Hilmar J. Malmquist, Ragnhildur Guðmundsdóttir

Verkætlanarskeið:
15.06.2022 - 31.05.2025

Samlaður kostnaður:
kr. 1.820.180

Stuðul úr Granskingargrunninum:
kr. 975.837

Verkætlanarlýsing:
Verkætlanin FishFAR hevur til endamáls at staðfesta avleiðingar av veðurlagsbroytingum á samfeløg og vistfrøði hjá fiski í smáum subarktiskum vøtnum. Í fyrstu atløgu verður hugt eftir tøkari føði, føði sum fiskurin etur og skapi á fiskinum. Hetta verður gjørt í Leynavatni, Saksunarvatni og Toftavatni har samanseting av síli, bleikju og kombikki er ymisk frá vatni til vatn. Vit kunnu meta um hvussu fiskur ávirkar vistskipaninar í vøtnunum við at granska hvat fiskurin etur, hvar hann heldur til og í hvønn mun kapping fer fram í millum sløgini. Vit fara at savna dátur og samanbera við tær sum vórðu savnaðar í NORLAKE verkætlanini í 2000, og á tann hátt meta um broytingar hjá síli og bleikju í einum hitnandi heimi. Eftirlit verður hildið við hitanum í ymsum dýpum í vøtnunum meðan verkætlanin koyrir. Henda verkætlanin fer at menna okkara vitan um feskvatnsfisk í smáum føroyskum vøtnum yvir tíð og stað. Hetta er alneyðugt um lívmargfeldi skal verjast í verandi veðurlags- og lívmargfeldiskreppu. Tjóðsavnið leiðir verkætlanina í samstarvið við lærdu háskúlarnar á Hólum og í Keypmannahavn, umframt Náttúruminjasafn Íslands.

Støða:
Virkin

Avrik:
See PURE



<< Back
Administration     English