Játtað í: 2022 Granskingarøki: Samfelag Verkætlanarslag: Ph.d. verkætlan Verkætlanarheiti: Resiliensur og samfelagsstýring undir COVID-19 farsóttini í Føroyum - ein djúpdarkanning av kreppuleiðslu og skipan í kommunala geiranum Játtanarnummar: 0528 Verkætlanarleiðari: Jens Christian Svabo Justinussen Stovnur/virki: Søgu- og samfelagsdeildin, Fróðskaparsetrur Føroya Aðrir luttakarar: Beinta í Jákupsstovu, Dennis Holm Verkætlanarskeið: 01.02.2023-31.01.2026 Samlaður kostnaður: kr. 2.533.450 Stuðul úr Granskingargrunninum: kr. 1.094.580 Verkætlanarlýsing: Hendan PhD verkætlanin er partur av einari stórari granskingarverkætlan, POLYGOV, staðsett í Oslo. Met, sum er eitt samstarv millum níggju norðurlendsk universitet í teimum fimm statunum og teimum trimum londunum við sjálvstýri, Grønland, Føroyar og Åland. Føroyska PhD- verkætlanin er ein kanning av almennu føroysku kreppustýringini og politisku leiðsluni (governance) undir korona-farsóttini. Kannað verður, hvussu tann føroyski korona-politikkurin og strategiin bleiv til, hvussu hetta varð sett í verk (implementerað) í kommunala geiranum, og hvussu politikkurin bleiv móttikin av fólkinum (legitimitet og aksept). Verkætlanin hevur eitt institutionelt-organiatoriskt perspektiv á politikk og implementering av politikki, og varpar serliga ljós á leiklutin hjá millum-leiðarum og starvsfólki í almennum stovnum (Street-Level Bureaucrats) í kommunala geiranum og lýsir teirra leiklut í, hvussu føroyski koronapolitikkurin varð settur í verk. Granskingin fer at geva okkum virðismikla vitan um, hvussu kreppustýring og politisk leiðsla (governance) í Føroyum virkar í verki. Hendan vitan kann brúkast, tá føroyska kreppustýringin og kreppuleiðslan skal endurskoðast. Støða: Virkin Avrik: See PURE << Back |
Administration English |