Játtað í:
2022

Granskingarøki:
Náttúra og tilfeingi

Verkætlanarslag:
Ph.d. verkætlan

Verkætlanarheiti:
Æðrakálking og hjartasjúkdómalæra av aldum laksi í Føroyum

Játtanarnummar:
0466

Verkætlanarleiðari:
Heidi S. Mortensen

Stovnur/virki:
Fiskaaling

Aðrir luttakarar:
Prof. Erik Sandblom, University of Gothenburg, Prof. Albin Gräns Department of Animal Environment and Health, Swedish University of Agricultural Science

Verkætlanarskeið:
01.08.2022-01.08.2026

Samlaður kostnaður:
kr. 4.138.817

Stuðul úr Granskingargrunninum:
kr. 994.411

Verkætlanarlýsing:
Æðrakálking í krúnulívæðrini gerst alsamt meiri vanligt og álvarsamt í aldum laksi (Salmo Salar). Æðrakálking kann føra við sær ilttrot í hjartavøddanum, sum harvið kann gerast meiri viðbreki og minni ført fyri at standa ímóti strongjandi umstøðum. Æðrakálking í krúnulívæðrini er tí undir illgruna sum ein av høvuðsorsøkunum til tí støðugt vaksandi deyðiligheit av aldum laksi, sum nú sæst í sambandi við strongjandi handfaringar á sjónum, so sum avlúsing. Hóast henda økta deyðiligheit sæst globalt, og førir við sær stórt fíggjarligt tap, og sáar iva um burðardygd og djóravælferð, veit man sera lítið um hvussu æðrakálking mennist í aldum laksi, og hvussu tað møguliga ávirkar hjartafunktiónina og harvið førleikanum hjá laksinum at standa ímóti strongjandi umstøðum. Endamálið við hesari PhD er at kanna útbreiðsluna av æðrakálking í krúnulívæðrini hjá føroyskum aldum laksi, fyri at meta hvussu stórur trupulleikin er í Føroyum. Endamálið er eisini, við nýtslu av case study og kontroleraðum royndum á starvsstovu, at kanna sambandi millum æðrakálking, hjartasjúkdómalæru (patologi), funktión og øktan vanda fyri deyða í sambandi við strongjandi avlúsing.

Støða:
Virkin



<< Back
Administration     English