Játtað í:
2022

Granskingarøki:
Mentan

Verkætlanarslag:
Ph.d. verkætlan

Verkætlanarheiti:
Hugtakið um tað føroyska í tónleikaútbúgving - tingingar um samleika og siðvenjufatanir

Játtanarnummar:
0241

Verkætlanarleiðari:
Knút Háberg Eysturstein

Stovnur/virki:
Námsvísindadeildin, Fróðskaparsetur Føroya

Aðrir luttakarar:
Graham Jeffery, University of The West of Scotland, Arnar Eggert Thoroddsen, University of Iceland, Kimberly Cannady, Victoria University of Wellington, New Zealand

Verkætlanarskeið:
01.02.2023-31.01.2026

Samlaður kostnaður:
kr.2.495.235

Stuðul úr Granskingargrunninum:
kr. 1.006.554

Verkætlanarlýsing:
Høvuðsendamálið í hesi verkætlanini er at kanna, hvussu siðvenjufatanir verða tingaðar í lestrarætlanum í tónleikaútbúgvingarligum høpi. Til tess at gera hetta, fer verkætlanin bæði at viðgera hugtakið um tað føroyska í tónleiki, t.e. leikluturin hjá siðvenjufatanum og samleika, eins og verkætlanin fer at varpa ljós á, hvussu tónleikaundirvísing verður útint í føroysku útbúgvingarskipanini. Tí verður verkætlanin býtt í tveir partar. Fyrst verður eitt konseptuelt yvirlit gjørt av verkætlanini, ið fevnir um lyklayrkisorð, hugtøk og ástøði, ið síðani verður lýst gjøllari í eini bókmentameting (literature review). Eftir hetta verður ein samrøðurpartur, har verkætlanarleiðarin ger kvalitativar samrøður, sum fara í dýpdina, bæði einsæris og í fokusbólkum við lærarum og tónleikarum. Samrøðupersónarnir verða útvaldir tvørtur um aldur og kyn at samrøða um evni innan tingingar millum siðbundnan tónleik og samtíðar tilgongdir til tónleikaundirvísing og praksis. Svarini hjá samrøðupersónum verða síðani viðgjørd við støði í ástøðiligari greining, tulking og reflektión, ið byggir á konseptuella yvirlitið úr fyrra partinum av verkætlanini. Hesir spurningar og hesi mál verða síðani viðgjørd, greind og eftirkannaði umvegis fyrilestrar, seminar og verkstovur á Fróðskaparsetri Føroya og á viðkomandi stovnum uttanlands.

Støða:
Virkin



<< Back
Administration     English