Játtað í:
2020

Granskingarøki:
Heilsa - Sjúkrakassagrunnurin Øki 1

Verkætlanarslag:
Kanningarverkætlan

Verkætlanarheiti:
Hvussu eru lívsumstøðurnar hjá fólki við niðursettari hoyrn í Føroyum 2020

Játtanarnummar:
3125

Verkætlanarleiðari:
Majbritt Jacobsen

Stovnur/virki:
Felagið HOYR

Aðrir luttakarar:
Ása Róin, lektari í sjúkrarøktarfrøði.

Verkætlanarskeið:
01.09.2020 - 31.01.2021

Samlaður kostnaður:
kr. 250.596

Stuðul úr Granskingargrunninum:
kr. 250.596

Verkætlanarlýsing:
Hvussu eru lívsumstøðurnar hjá fólki við niðursettari hoyrn í Føroyum 2020 Í Føroyum er avmarkað við vitan um fólk, ið hava hoyribrek. Eingin veit, við vissu, hvussu nógv fólk í Føroyum, hava niðursetta hoyrn, nýta hoyritól ella tað, ið serliga hevur áhuga í hesi verkætlan, hvussu lívsviðurskiftini eru og hvørjar avleiðingar hoyritarni hevur á gerandisdagin hjá tí einstakað. Tá metast skal um hvussu nógv eru, ið hava avbjóðingar við hoyrnini, verður støðið tikið í donskum og altjóða hagtølum og sambært hesum hagtølum, hevur 6. hvør, ella á leið 8000 føroyingar hava eitthvørt hoyritarn (Høreforeningen, 2020). Tað vil siga, at ein stórur partur av føroya fólki dagliga hava avbjóðingar við at hoyra, fylgja við í samrøðum, fylgja við í tíðindaflutningi og verða javnbjóðis partur av samfelagnum. Hesin fólkabólkur er fjøltáttaður og avleiðingarnar sera ymiskir. Hoyritarn kann verða viðføtt, uppstaði í barna- vaksna ella í aldurdóminum. Kann koma líðani ella brádliga, kann verða arvaligt ella ikki, kann verða pre- ella postlingual, tvs hoyritarni er komi áðrenn ella aftaná málmenning og kann koma á einum ella báðum oyrum osf (Om hørehandicap, 2020). Hoyritarn kann verða størri ella minni partur av øðrum menningar- og/ella rørslutarni. Í 2003 útgav danska Sosialforskningsinstituttet, (SFI), eina umfatandi empiriska kanning av teimum avleiðingum sum niðursett hoyrn kann hava fyri arbeiðslív, útbúgving og persónliga vælferð. Í kanningini ”Når hørelsen svigter” vóru nýggju ymisk viðurskifti við í kvantitativu kanningini, tað vóru hoyrn, arbeiðsviðurskifti, útbúgving, frítið, persónlig viðurskifti og inntøka. Harafturat var ein kvalitativur partur gjørdur, tiltess at lýsa viðurskifti, ið ikki framganga í kvantitativu kanningini (Socialforskningsinstituttet, 2003). Kanningin vísti, millum annað, at niðursett hoyrn viðførir eina forðing í mun til fulla luttøku á arbeiðsmarknaðinum og trupulleikin fyri fulla luttøku økist í takt við, hvussu umfatandi hoyritarnið er. Eisini framgongur, at um sjóneygan verður sett á fyribyrgjan ella hjálpitól, ið javnseta fólk við niðursettari hoyrn, so økist møguleikin fyri at fasthalda fólk á arbeiðsmarknaðinum, eins og tað bøtur um møguleikan fyri at fáa fólk í starv (Ibid). Fólk ið hava niðursetta hoyrn, eru oftari enn onnur, rakt av sálarórógv, so sum ringar nervar, tungt sinnalag og eru sera troytt, og oftari enn restin av fólkum á arbeiðsmarknaðinum, kenna seg sálarliga og kropsliga útlúgvaðið, tá tey koma heim frá arbeiði. Triðihvør svarpersónur metur at niðursett hoyrn hevur haft neilig árin á teirra møguleikar fyri at liva tað lívið, tey ynsktu sær (Ibid). Kanningin vísir, at kunningarstøði í mun til tøkni, sosialan stuðul og ráðgeving, til tess at liva við niðursettari hoyrn, var ov tilvildarlig. Mælt varð til eina meira skipaða og málrættaða kunning, ið kundi avmarka neiligu avleiðingarnar fyri viðkomandi (Ibid). Talan er um umfatandi avleiðingar av at liva við hoyritarni og um umstøðurnar frá 2003, eru sambærligar við gerandisdagin í dag, 17 ár seinni, kundi verið áhugavert at vita. Umráðandi er tó, at kanna um viðurskiftini eru eins umfatandi í Føroyum í dag og um so er, at arbeitt verður tilvita við at bøta um avleiðingarnar. Felagið Hoyr, er eitt áhugafelag fyri fólk við hoyribrekið í Føroyum og varð sett á stovn í 1992, við tí endamálið, at dagligu umstøðurnar hjá hoyrbrekaðum skulu vera so góðar sum gjørligt (Hoyr-felagið fyri hoyribrekað í Føroyum, 1992). Við støði í endamálsorðingini hjá felagnum og kanningini hjá SFI, vil Hoyr fara undir eina kvalitativa verkætlan, til tess at finna fram til viðkomandi vitan um lívsviðurskiftini hjá fólki við niðursettari hoyrn í Føroyum, og harífrá meta um tørvur er á, at hesi viðurskifti verða tillagaði. Við neyvari vitan um lívsumstøðurnar hjá fólki við niðursettari hoyrn, vil verkætlanin gera tað møguligt, at skipa fyri frálæru til námsfrøðingar, lærarar, arbeiðspláss og starvsfelagar v.m., ið hava við fólk við niðursettari hoyrn at gera. Vitanin skal nýtast til at kunna almenningin um lívsviðurskiftini hjá fólki við niðursettari hoyrn á arbeiðsmarknaðinum og á hendan hátt tryggja, at fólk við niðursettari hoyrn, verða javnsett við hoyrandi á arbeiðsmarknaðinum, og at leiðsla og skúli og/ella starvsfelagar fáa frálæru í góðum samskiftishættum, góða kunningarstrategi vm., ið hava við fólk við niðursettari hoyrn at gera.

Støða:
Virkin



<< Back
Administration     English