Játtað í: 2020 Granskingarøki: Heilsa - COVID-19 verkætlan Verkætlanarslag: Verkætlan Verkætlanarheiti: Smittustøðan hjá teimum, sum hava verið í tvungnum sóttarhaldi Játtanarnummar: 7023 Verkætlanarleiðari: Maria Skaalum Petersen Stovnur/virki: Deplin fyri Heilsu- og Almannagransking og Fróðskaparsetrið Aðrir luttakarar: Verkætlanin er samstarv millum fleiri granskingarstovnar innan heilsu: Deildina fyri Arbeiðs-og Almannaheilsu (DfAA), Landssjúkahúsið (LS), Ílegusavnið (ÍLS), Fróðskaparsetur Føroyar (FF), Heilsufrøðiliga Starvsstovan (HFS), Landslæknin (LL), Afdelingen for klinisk Immunologi, Rigshospitalet, Københavns Universitet (RH) Verkætlanarskeið: 15.05.2020-31.12.2022 Samlaður kostnaður: kr. 380.000 Stuðul úr Granskingargrunninum: kr. 380.000 Verkætlanarlýsing: Endamálið við hesi verkætlan er at kanna smittustøðuna hjá teimum, sum hava verið í tvungnum sóttarhaldi, tvs. verið í tøttum sambandi við ein persón, sum hevur korona. Hettar verður gjørt við at kanna blóðroynd fyri korona andevnir. Luttøkan inniber eina blóðroynd (30 ml) til at máta andevnir í kroppinum og eitt stutt spurnablað viðv. almennum og heilsuligum viðurskiftum. Blóðroyndin verður kannað á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Maria Skaalum Petersen, granskari, stendur fyri verkætlanini og Pál Weihe er kliniskur ábyrdarhavi. Aðrir luttakarar í verkætlanini eru landslæknin Lars Fodgaard Møller, Landssjúkrahúsið, Heilsufrøðiliga Starvsstovan og Fróðskaparsetur Føroya. Støða: Liðug Avrik: Vísindaligar greinar v.m. Petersen MS, Kristiansen MF, Reinert HW, Fjallsbak JP, Christiansen DH, Gaini S, Steig BÁ, Møller LF, Strøm M, Weihe P Seroprevalence of SARS-CoV-2-Specific Antibodies among Quarantined Close Contacts of COVID-19 Patients, Faroe Islands, 2020. Emerg Infect Dis. 2021;27(11); doi: 10.3201/eid2711.204948 Maria Skaalum Petersen, Laura Pérez-Alós, Sunnvør K. í Kongsstovu, Eina Hansen Eliasen, Cecilie Bo Hansen, Sólrun Larsen, Jóhanna Ljósá Hansen, Jógvan Páll Fjallsbak, Pál Weihe, Peter Garred. SARS-CoV-2 - incongruous humoral and cellular immune responses against naturally infected and vaccinated individuals with a focus on the omicron variant. Submitted in 2022 Goymsla og atkomurættur til innsavnaðar dátur Data verður goymd á Deildini fyri Abeiðs-og Almannaheilsu. Atgongd kann fáast til data sum samstarv, um endamálð liggur innanfyri verandi loyvi frá VSN og við dátuviðgerðaravtalu. << Back |
Administration English |