Játtað í: 2020 Granskingarøki: Samfelag - COVID-19 verkætlan Verkætlanarslag: Verkætlan Verkætlanarheiti: Støðan hjá næmingum í “Koronaskúlanum Játtanarnummar: 7015 Verkætlanarleiðari: Katrin av Kák Stovnur/virki: Námsvísindadeildin, Fróðskaparsetrið. Aðrir luttakarar: Verkætlanin er knýtt at øðrum verkætlanum á Námsvísindadeildini. Samlaður kostnaður: kr. 171.029 Stuðul úr Granskingargrunninum: kr. 111.704 Verkætlanarlýsing: Orsøk til kanningina: Um miðjan mars 2020 var fráboðað frá landsins myndugleika, at skúlarnir eins og nærum alt annað í samfelagnum varð latið aftur orsakað av korona-virus. Hendan kollveltandi broyting hendi nærum frá degi til dags og brádliga kollveltingin kennir óivað ikki sínar líkar hvørki søguliga, samfelagsliga ella á annan hátt. Ikki minst eru broytingar hendar í fólkaskúlanum. Fysiski skúlin er nú broyttur til ein virtuellan skúla ‘overnight’. Í hesum virtuella skúlanum skulu børn/ung/næmingar vera og virka heima hjá familjuni, har øll skulu gera sítt til hesa stóru og knappligu broyting. Hvør familja hevur sítt at gera heima. Foreldrini hava kanska heimaarbeiði ella skulu út at arbeiða, systkini møguliga eisini sín virtuella skúla, plássið og møguleikarnir heima eru kanska skerdir summa staðni, meðan hetta aðrastaðni er rúmsátt og vælvirkandi. Fokusøki og høvuðsendamál: Fokusøkið er barnaperspektivið og informantarnir eru børn/ung/næmingar frá 13 ár og uppeftir. Vit brúka heitið Koronaskúli um skúlan, sum er nú og Skúli, um tað, sum plagar at vera. Kanningin kannar í høvuðsheitinum trý øki: 1 Hvussu er tað at vera Koronanæmingur? 2. Hvussu er Koronaskúlin? 3 Hvørjar tankar hevur Koronanæmingurin um vanliga Skúlan Snúningsásin í kanningini er barnið/tann ungi/næmingurin í Koronaskúlanum og er kanningin býtt sundur í fýra høvuðskategoriir: Læring, trivnað, samband og annað. Hetta samsvarar væl við kanning, sum samstarvsfelagar hjá Námsvísindadeildini á DPU, Aarhus Universitet, eru farin í holt við, og sum vit lutvíst samstarva við í hesi verkætlan. Støða: Virkin << Back |
Administration English |