Játtað í: 2004 Granskingarøki: Matur Verkætlanarslag: Post.doc Verkætlanarheiti: Upptøka av dioxin, PCB og øðrum evnum í alilaksi. Játtanarnummar: 0903 Verkætlanarleiðari: Magnus Pauli Magnussen Stovnur/virki: P/F Havsbrún Aðrir luttakarar: Gudny Vang, matvøruverkfrøðingur, góðskuleiari, P/F Havsbrún Regin Jacobsen, Stjóri, Bakkafrost Justines Justinussen, P/F Havsbrún Marc Bassompiere, associate professor, Kongelige Landbohøjskolen, Keypmannahavn Verkætlanarskeið: 1.4.2004 - 31.3.2006 - 1.4.2004 - 31.11.2006 Samlaður kostnaður: 1.725.600 kr. Stuðul úr Granskingargrunninum: 308.600 kr. Verkætlanarlýsing: Hugtakið matvørutrygd verður raðfest ógvuliga ovarlaga í teimum londum har føroyskar fiskavørur verða seldar. Tí er neyðugt at føroyskt vinnulív, sum útflytur fiskavørur til m.a. ES, granskar dálkingarstøðuna í okkara fiskavørum, soleiðis, at vit til eina og hvørja tíð eru før fyri at kunna okkara viðskiftafólk um støðuna. Somu viðskiftafólk seta dagliga spurningar til hesi viðurskifti. Við jøvnum millumbili hoyra vit um ov høgt innihald av heilsuskaðiligum evnum sum t.d. dioxin, PCB og øðrum evnum í ymiskum matvørum. Í januar í ár var tað alilaksur, sum stóð fyri skotum. Í kenda vísindatíðarritinum Science kom út grein, sum bygdi á kanningar av 700 sýnum av vill- og alilaksi úr Europa, Suður- og Norðuramerika (meira enn 2 tons) har innihaldið av dioxin, PCB og nógvum øðrum evnum varð kannað. Niðurstøðan var at alilaksur, serliga skotskur og føroyskur, var so illa dálkaður við hesum evnum, at vandamikið er at eta meira enn eina máltíð um mánaðin av hesum. Niðurstøðan hjá heilsumyndugleikunum í fleiri ES londum, WHO og FDA (Food and Drug Administration) í USA var tó, at funnu koncentratiónirnar vóru ikki øðrvísi enn væntað, og at tað framvegis er gott at eta fisk minst 2 ferðir um vikuna; men nevnda grein skelkaði sjálvandi fólk runt um í heiminum og órógvaði marknaðin. Sum í nógvum londum rundan um okkum, sendi eisini landsdjóralæknin Bjørn Harlou út eitt pressuskriv fyri at sissa fólk í Føroyum og viðskiftafólk hjá okkara laksaútflytarum, har hann staðfesti at innihaldið av dioxin í føroyskum alifiski lá væl og virðiliga undir hámarkið sett av ES. Hetta bygdi tó á úrslitið av sera fáum kanningum, nevniliga 5 laksir í 2001 og 4 síl og 6 laksir í 2002. Tó skal sigast at koncentratiónirnar vóru á leið tær somu sum funnar vóru í omanfyri nevndu grein. Tað er vælkent at umframt dioxin finst hópin av øðrum POP´s, persistent organic pollutants, í umhvørvinum og í laksi. Í ES er í løtuni tó bert hámark sett fyri dioxin, men arbeitt verður við at seta hámark fyri sokallað dioxin líknandi PCB (WHO-PCB) í hesum árinum. Einki er at ivast í, at hámark fara at koma fyri nógv onnur evnir og evnisbólkar í framtíðini. Felags fyri øll tey evni vit tosa um er, at tey eru sera væl upploysilig í fiti og sera illa niðurbrótast og útskiljast í livandi verum. T.v.s. at tey uppkoncentrerast, akkumulerast, í føðiketuni. Øll hesi evni eru meira ella minni eitrandi og tí er neyðugt at seta hámark fyri nøgdina av teimum í matvørum. Tá talan er um alilaks er einki at ivast í, at hesi evni koma frá fóðrinum. Fyri at fáa innlit í hesi viðurskifti er ætlanin at kanna alilaks frá hann kemur á sjógv sum smolt (100 g) til hann umleið 18 mánaðir seinni vigar 4-5 kg. Í hesum tíðarskeiði er ætlanin at kanna innihaldið av dioxin, PCB og øðrum evnum í nýtta fóðrinum og í laksinum, sohvørt sum hann veksur. Við slíkari kanning kunnu vit fáa innlit í, hvussu nógv av teimum ymisku evnunum (95 ymisk evni) verður akkumulerað í laksinum og hvat koncentratiónin verður í mun til koncentratiónina í nýtta fóðrinum. Tær kemisku kanningarnar av øllum hesum evnunum eru sera tíðarkrevjandi og dýrar. Í einum samstarvi við Den Kongelige Veterinær- og Landbohøjskole (KVL) er ætlanin, nú vit fáa eina røð av sýnum, har innihaldið av øllum hesum evnunum verður kannað kemisk, at royna um til ber at kanna óbeinleiðis við multivariate regression analysis ella kemometri. Slíkur kanningarháttur verður nýttur at kanna t.d. protein, fiti og vatn í ymiskum matvørum. Slík kanning kann gerast uppá sera stutta tíð (minuttir) og er sjálvandi sera bílig. Fyri at uppbyggja slíkan kanningarhátt er tó neyðugt frá byrjan at sammeta við úrslit gjørd við konventionellum arbeiðshættum. Nevnast skal at hetta samstarvið verður útreiðsluneutralt. Ein sera týðandi og tíðarkrevjandi partur av kanningini verður sjálvandi at fylgja við í, hvat fyrigongur á økinum rundan um okkum. Ein frágreiðing um, hvat týdning komandi ES-hámørk fyri dioxin og dioxin líknandi PCB koma at týða fyri Føroyar og onnur Norðanlond (fylgiskjal 5) er dømi um slíkt arbeiði. Frágreiðingin er send Europæiska Fiskamjølsfelagnum at nýta í einum felags responsum til ES. Sum kunngjørt longu í Science greinini í januar, publiceraðu somu høvundar her í august úrslitini av kanningum av flammutálmarum (PBDE) í teimum somu sýnunum sum í januar. Úrslitið var tað sama. Tær hægstu koncentratiónirnar eru at finna í europæiskum alilaksi. Hetta verður avgjørt ikki seinastu ferð meira ella minni gølukendar greinir koma fram. Tó skal sigast at hetta er eitt vandamál. Tað skerst ikki burtur at tær hægstu koncentratiónirnar av øllum hesum evnunum finnast í feitum fiski. Ein slík verkætlan vil geva okkum innlit í hesi viðurskifti, soleiðis at vit kunnu framleiða alilaks í Føroyum, sum til eina og hvørja tíð lúkar galdandi krøv til matvørutrygd. At kunna vísa til eina slíka kanning vil sjálvsagt vekja álit, sum er so umráðandi millum einhvønn framleiðara og keypara. Ein slík kanning kann tí fáa alstóran týdning, serliga fyri alivinnuna; men sjálvandi eisini fyri Havsbrún og aðrar fóðurframleiðarar. Støða: Liðug << Back |
Administration English |