Játtað í:
2001

Granskingarøki:
Mentan

Verkætlanarslag:
Verkætlan

Verkætlanarheiti:
Seyður, ull og tøting

Játtanarnummar:
0111

Verkætlanarleiðari:
Nicolina J. Beder

Stovnur/virki:
Føroya Fornminnissavn

Verkætlanarskeið:
Juni 2001-desember 2010

Samlaður kostnaður:
Upprunaliga: 93.200 kr. Endaliga: 83.059

Stuðul úr Granskingargrunninum:
83.059 kr. avlop afturgoldið.

Verkætlanarlýsing:
Verkætlanin er ein museal innsavning av tilfari um siðvenjur í sambandi við ullarbeiði hjá Nicolinu Jensen Beder, ið er serfrøðingur í føroyskari tekstilsøgu, og er eitt yvirlit, ið umfatar tann føroyska seyðin, ull, tøting, vevnað, plantuliting og tøving frá elstu tíð landsins, og fram til nýtíðarsamfelagið. Verkætlanin lýsir alskyns serstøk undirevni.

Ritgerðin byggir á skrivligt tilfar – prentað sum óprentað, á munnligt frásagnartilfar, og ikki minst á breiðar fakligar royndir, ið hon hevur ognað sær frá ungum árum og í sínum arbeiðs-lívi sum handarbeiðslærari og sum savnsteknikari á Føroya Fornminnissavni.

Støða:
Liðug

Avrik:
Útgávur
Nicolina Jensen Beder (2010): Seyður – ull – tøting. Sprotin, Tórshavn.

Nicolina Jensen Beder (2008): Uppruni og líkleikar - handfaring av ull í Føroyum og Íslandi. In: Frændafundur 6 : fyrilestrar frá føroyskari-íslendskari ráðstevnu í Tórshavn 26.-28. juni 2007. ritstjórar Turið Sigurðardóttir og Magnús Snædal. Tórshavn, Fróðskapur.

Nicolina Jensen Beder (2003): Føroyskar hosur í útgrevstri í Keypmannahavn? In: Frøði 1/2003 (19-25) Føroya Fróðskaparfelag, Tórshavn.

Nicolina Jensen Beder (2001): Ull & spuni Sjónband (1 t, 52). Føroya Heimavirkisfelag, Tórshavn.

Framløgur og fyrilestrar:
Ymist um ull í Føroyum 24.9.2010. Vísindavøka 2010, Tórshavn.

Nordatlantisk Kulturfestival, København 23.-26.5.2002.



<< Back
Administration     English