Játtað í: 2019 Granskingarøki: Heilsa Verkætlanarslag: Verkætlan Verkætlanarheiti: Arbeiðsumhvørvið hjá føroyskum løntakarum - við serligum atliti at sálarliga arbeiðsumhvørvinum hjá ungum Játtanarnummar: 0348 Verkætlanarleiðari: Annika Helgadóttir Davidsen Stovnur/virki: Deildin fyri Arbeiðs- og Almennaheilsu Aðrir luttakarar: Pál Weihe, Bo Netterstrøm Verkætlanarskeið: Planned: 01.09.2020-31.12.2022 Actual. 01.09.2020-31.01.2024 Samlaður kostnaður: 2.051.222 kr. Stuðul úr Granskingargrunninum: 1.140.000 kr. Verkætlanarlýsing: Original: The purpose of this study is two-fold. First, we want to describe the working environment on the Faroese labour market using a validated Danish questionnaire. Second, we want to examine the association between the psychosocial working environment and stress for the younger employees, using quantitative and qualitative methods. The purpose of the study is thus to examine the working environment on Faroese workplaces, and this way to enable improvements of the physical as well as the psychological working environment. In the Faroe Islands, this area of research is not well described. The study would thereby be the first of its kind, and valuable on different levels; for the employee, for the employer and for the political system that have the responsibility for the Faroese labour market. Final Verkætlanin hevði til endamáls at kanna likamliga og psykososiala arbeiðsumhvørvið hjá føroyskum arbeiðstakarum 18 ár og eldri. Kanningin er tann fyrsta av sínum slagi millum føroyskar arbeiðstakarar, og kanningin útvegar sostatt nýggja vitan um arbeiðsumhvørvið í Føroyum. Hetta varð gjørt við at senda eitt spurnablað út, ið gott og væl 9.000 arbeiðstakarar svaraðu frá apríl til desember 2021. Úrslitini vístu munir á arbeiðsumhvørvinum hjá aldurs-, kyns og starvsbólkum. Yngru arbeiðstakararnir vóru m.a. verri fyri bæði psykososialt og likamliga samanborið við aðrar aldursbólkar. Kvinnurnar upplivdu meira neiliga atferð á arbeiðsplássinum enn menn, og arbeiðstakarar innan heilsuøkið, undirvísing og námsfrøði upplivdu hægri kenslulig krøv enn hini. Samanborið við danskar arbeiðstakarar søgdu føroyskir arbeiðstakarar frá betri trivnaði í arbeiðinum, m.a. minni strong og betri arbeiðsnøgdsemi. Úrslitini eru útgivin í 2 ymiskum frágreiðingum: 1 frágreiðing á donskum og føroyskum um psykososiala arbeiðsumhvørvið og 1 javnlíkamettari frágreiðing á donskum og føroyskum við øllum úrslitum um psykososiala og likamliga arbeiðsumhvørvið hjá føroyskum arbeiðstakarum, samanborið við danskar. Harumframt eru 2 vísindaligar greinar ávegis, ein kvalitativ og ein kvantitativ um arbeiðsumhvørvið hjá ungu arbeiðstakarunum. Støða: Liðug Avrik: See more here << Back |
Administration English |