Játtað í:
2001

Granskingarøki:
Mentan

Verkætlanarslag:
Ph.d.verkætlan

Verkætlanarheiti:
Leaning into the Future: The Kingdom of God in the Theology of Jürgen Moltmann

Játtanarnummar:
0101

Verkætlanarleiðari:
Poul F. Guttesen

Stovnur/virki:
University of St. Andrews, Skotland

Verkætlanarskeið:
1.9.2000-30.6.2005

Stuðul úr Granskingargrunninum:
1.167.272 kr.

Verkætlanarlýsing:
Hugsanir okkara um framtíðina og hugsanir okkara um tað, sum liggur uttanfyri tað materiella (tað andaliga og hugsjónarliga) hava ómetaliga stóra ávirkan á okkara uppfatan av tilveruni, á okkara livihátt, á hvat vit halda er samfelagsliga týdningarmikið, á hvussu vit náa tað, ið vit ynskja o.s.fr.

Við støði í hugsanunum hjá guðfrøðinginum Rudolp Bultman, filosofinum Ernst Bloch og gudfrøðinginum Jürgen Moltman, sum allir hava stóra ávirkan á nýmótans guðfrøði, miðar verkætlanin ímóti, at geva eina teologiska greining av, hvussu áskoðan okkara á tað transedenta og áskoðan okkara um framtíðina ávirkar lívið vit liva.

Grundað á omanfyrinevndu greining og í ljósinum av teimum eksistensiellu og samfelagsligu spurningunum hon setur, verður síðani hugt at Opinbering Jóhannusar við tí endamáli, at evna til eina kristna guðfrøði, sum bæði tekur tann kristna arvin álvarsliga, og sum royndir at svara spurninginum í ljósinum av okkara egnu hugmyndarligu, samfelagsligu og eksistensiellu umstøðum.

Støða:
Liðug



<< Back
Administration     English