Játtað í: 2017 Granskingarøki: Heilsa - Sjúkrakassagrunnurin Verkætlanarslag: Ph.d.-verkætlan Verkætlanarheiti: Cancer epidemiology in the Faroe Islands Játtanarnummar: 3025 Verkætlanarleiðari: Marnar Fríðheim Kristiansen/Maria Skaalum Petersen Stovnur/virki: Depilin fyri Heilsu- og Almannagransking Aðrir luttakarar: Guðrið Andorsdóttir, Sæunn Hansen Verkætlanarskeið: 01/08/2018-31/07/2021 Samlaður kostnaður: 2.427.882 Stuðul úr Granskingargrunninum: 1.120.010 Verkætlanarlýsing: Original Verkætlanin hevur til endamáls at lýsa krabbamein í Føroyum bæði yvirskipað, men eisini í smálutum, eitt nú at kanna samband millum krabbamein og aldur, bústað, sosialar umstøður, broytingar gjøgnum tíðina og hvussu krabbamein tyrpist innan familjur. Barnakrabbi hevur eitt serligt fokus í verkætlanini, og endamálið er at gera eina yvirskipaða lýsingina av barnakrabba í Føroyum, t.d. hvussu títtleikin er og hevur verið gjøgnum tíðirnar, og at kanna um samband er millum t.d. krabbaslag og prognosu, viðgerð og hjásjúkur, men eisini viðurskifti, ið hava meir við umstøður at gera, hvørjum øki ein býr, sosialar umstøður, og hvussu sjúkurnar savnast í familjum. Sum grundkelda til hesa verkætlan, verður gagnnýtt bæði ættarbandsskráin og tann serstaka krabbameinsskráin, har skrásettir eru tilburðir av krabbameini í Føroyum heilt aftur til 1960. Talan er um einastandandi møguleika at gagnnýta tilfar, sum longu finst í Føroyum. Hetta er fyrsta stig í eini størri ætlan um at menna gransking innan krabbamein í Føroyum og at fáa eina savnandi granskingarstrategi innan hetta økið. Hendan verkætlan fer at slóða veg fyri komandi verkætlanum, tí skráirnar verða gjørdar meira brúkbarar og verða valideraðar í hesi verkætlan. Umframt ta sjálvsøgdu vitan um krabbamein, ið tørvur er á við atlit til at leggja ætlanir og fyribyrgja, fer granskingarverkætlanin at viðføra økta vitan, sum fer at føra við sær heilsufyrimunir fyri fólkið, tá ið tað snýr seg um viðgerð og heilsufremjan. Verkætlanin er eitt samstarv millum Fróðskaparsetur Føroya, Landssjúkrahúsið og Ílegusavnið og er fíggjað av Krabbameinsfelagnum, Team Rynkeby Grunninum og Sjúkrakassagrunninum. Final Evnið í hesi Ph.D. verkætlan snýr seg um krabbameinsepidemiologi í Føroyum; um títtleika, deyðiligheit og yvirlivilsi. Ritgerðin fevnir um fýra vísindaligar kanningar Talið av krabbameinstilburðum er støðugt vaksandi kring heim, og hóast ikki ber til at fyribyrgja øllum krabbameini, so verður mett, at umleið 30-50% av tilburðunum kunnu fyribyrgjast. Økingin av krabbameinstilburðum ger, at tað er neyðugt at royna at gera framstig at minka um avleiðingarnar hjá teimum, sum fáa krabbamein, umframt at royna at fyribyrgja, at fólk yvirhøvur fáa krabbamein. Fyri at gera hetta úrslitagott er neyðugt at hava góð og álítandi krabbameinshagtøl tøk. Føroyska krabbameinsskráin Hendan ritgerðin byggir á tilfar úr Føroysku Krabbameinsskránni, sum hevur tøl um krabbameinstíttleika aftur til 1960 og um krabbameinsdeyðiligleika aftur til 1983. Krabbameinsskráin varð sett á stovn í 1994, og hevur tøl um allar føroyskar krabbameinssjúklingar. Tað hava verið ábendingar um, at krabbameinsskráin hevur manglað nakrar ikki skrásettar krabbameinstilburðir. Sum ein partur av hesi verkætlan, varð ein roynd gjørd at validera tilburðirnar í krabbameinsskránni. Hendan valideringstilgongdin vísti, at tað vóru 13% av krabbameinstilburðunum frá 2006 til 2019, sum ikki høvdu verið skrásettir. Síðan eru fleiri tiltøk gjørd, við tí endamáli at betra um arbeiðsgongdirnar rundan um krabbameinsskrásetingina, fyri at tryggja, at so nógv sum gjørligt verða skrásett. Eftir at henda valideringstilgongdin varð gjørd, var møguligt at hyggja nærri at krabbameinstølunum í Føroyum og samanbera tey við londini uttan um okkum. Burturúr hesum arbeiði eru komnar fýra vísindaligar greinar, sum í stuttum verða endurgivnar niðanfyri. Grein 1 – Títtleiki og deyðiligleiki Í fyrstu greinini hugdu vit at títtleikanum og deyðiligleikanum innan krabbamein í Føroyum tey seinastu 60 árini. Vit samanbóru eisini við tey tilsvarandi tølini í hinum Norðurlondunum fyri seinastu tíggju árini. Háttalag: Tølini fyri títtleikan og deyðatíttleikin komu frá NORDCAN, eftir at hesi tølini eru komin úr krabbameinsskránni. Øll Norðurlond fráboða krabbameinshagtøl til NORDCAN, har tølini verða savnað og viðgjørd á sama hátt. Hetta ger tað møguligt at gera álítandi samanberingar ímillum londini. Úrslit: Krabbameinstíttleikin hækkaði munandi ígjøgnum tey seinastu 60 árini, samstundis sum deyðatíttleikin minkaði eitt vet. Samanberingar við hini Norðurlondini vísa, at tað tykist sum krabbameinstíttleikin sum heild er lægri í Føroyum, hóast tað vóru nøkur krabbameinssløg, eitt nú testis krabbi, har títtleikin var hægri. Deyðatíttleikin sum heild var líkur deyðatíttleikanum í Norðurlondunum, tó at deyðatíttleikin fyri, eitt nú krabbamein í kvinnuligu kynsgøgnunum og svølginum hjá monnum, var hægri. Niðurstøða: Krabbameinstíttleikin var sum heild lægri í Føroyum, samanborið við títtleikan í Norðurlondunum, samstundis sum deyðatíttleikin var umleið á sama støði. Grein 2 – Krabbameinsyvirliving Í aðru grein kannaðu vit yvirliving hjá føroyskum krabbasjúklingum og samanbóru við sjúklingar í hinum Norðurlondunum tey seinastu 50 árini. Háttalag: Yvirliving verður víst sum 1- og 5-ára relativ yvirliving frá NORDCAN útrokningunum. Úrslit: Yvirliving fyri krabbamein sum heild var munandi lægri fyri bæði føroyskar menn og kvinnur, samanborið við hini Norðurlondini. 5-ára yvirliving fyri føroyskar kvinnur við ovariekrabba og føroyskar menn við lungnakrabba var serliga lág. Yvirliving fyri kvinnur við bróstkrabba og menn við bløðrukrabba var lág fyri nøkur av fyrru tíðarskeiðunum, men hevur rokkið støðið hjá hinum Norðurlondunum í seinastu uppgerðini. Niðurstøða: Gjøllari kanningar eiga at verða framdar at kanna orsøkir til, at føroyskir sjúklingar hava eina lægri yvirliving. Grein 3 - Barnakrabbi í Føroyum Í triðju greinini lýstu vit barnaakrabbamein í Føroyum seinastu 60 árini. Háttalag: Vit brúktu tilfar frá Føroysku Krabbameinsskránni, og frá Dansk Børnecancerregister, at finna tey føroysku børnini, ið høvdu fingið staðfest krabbamein hesi árini. Úrslit: Frá 1960 til 2019 fingu 114 føroysk børn staðfest krabbamein. Hetta svarar til títtleika, sum er eitt vet lægri enn í londunum uttan um okkum. Vanligasta slagið var krabbamein í heilanum. Síðan komu leukemi og lymfom. Yvirliving hjá føroyskum børnum var betri hjá teimum, sum fingu sjúkuna staðfesta í seinna tíðarskeiðinum frá 2000 til 2019, samanborið við tey, sum vórðu staðfest frá 1960 til 1979. Niðurstøða: Barnakrabbi tykist at vera minni vanligur millum føroysk børn, samanborið við londini uttan um okkum og yvirlivingin er batnað sera nógv gjøgnum tíðarskeiðið. Grein 4 – Krabbameinstíttleikin undir koronafarsóttini Í fjórðu greinini kannaðu vit, um krabbameinstíttleikin minkaði í Føroyum í 2020 tá koronafarsóttin herjaði, og heilsuverkið var í vanda fyri at hokna undan. Háttalag: Vit brúktu krabbameinsdiagnosukotur í talgildu sjúklingaskránni sum eitt mát fyri krabbameinstíttleikan. Hetta bleiv samanborið við krabbameinsdiagnosukoturnar árini frammanundan. Úrslit: Vit sóu onga minking í talinum av krabbameinstilburðum í 2020 samanborið við árini frammanundan. Niðurstøða: Tað tykist sum handfaringin av koronafarsóttini, sum gjørdi, at talið av tilburðum av covid-19 var lutfalsliga lágt í Føroyum, eisini hevði eina positiva ávirkan, soleiðis at krabbameinssjúklingar framvegis sluppu framat til lækna, og krabbamein varð staðfest í sama mun sum undanfarin ár. Niðurstøða og perspektivering Ov lítil gransking innan krabbamein hevur verið í Føroyum. Nú er tó lagt eitt grundarstøði, við hágóðsku og álítandi dátum í eina dagførda krabbameinsskrá, sum kann verða grundarlag unan víðari gransking. Vónandi kann hetta føra til ein øktan áhuga fyri krabbameinsgransking í Føroyum. Gjøgnum hesa verkætlanina eru munandi framstig gjørd viðvíkjandi krabbameinshagtølum í Føroyum. Tó er neyðugt er við burðardyggum loysnum og áhaldandi íløgum fyri at tryggja, at vit framhaldandi hava góð krabbameins hagtøl í Føroyum. Hetta eigur at verða raðfest frammaliga tey komandi árini. Støða: Liðug Avrik: Ph.d.-ritgerðin varð vard 9. september 2022, sí her Ritgerðin er sett saman av 4 greinum. Sí meira um avrik í PURE << Back |
Administration English |