Játtað í: 2001 Granskingarøki: Mentan Verkætlanarslag: Ph.d.verkætlan Verkætlanarheiti: Færøskfagets didaktik i den nationale diskurs. Játtanarnummar: 0109 Verkætlanarleiðari: Vár í Ólavsstovu Stovnur/virki: Odense Universitet í samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya Verkætlanarskeið: 2001-2011 Stuðul úr Granskingargrunninum: 1.399.108 kr. Verkætlanarlýsing: Ritgerðin hevur til endamáls at kanna, hvussu frálæran og fortreytir næminganna lúka tær fakligu og pedagogisku ætlanir, sum kunngerðin setur til bókmetaundirvísingina í studentaskúlanum í lærugreinini føroyskum. Somuleiðis verður kannað og greinað, hvussu yvirgongdin frá fólkaskúla til studentaskúla vísir eg í føroysklærugreinini, bæði fakliga og pedagogiskt. Hugt verður at, hvussu lærarar í fólkaskúlunum og studentaskúlanum uppliva hesa yvirgongd. Ritgerðin fer at seta spurningin, hvussu fakmálini í kunngerðini verða rokkin, tí tað kann mangan tykjast sum at fakdidaktikkur finst meira um fjald dagsskrá, enn sum orðað kvalitativt krav. Kanningin verður gjørd í einum søguligum konteksti og mett verður um, í hvønn mun økta altjóðagerðin hevur ávirkan á didaktikkin í lærugreinini, og hvønn leiklut lærugreinin hevur í skapanini av persónligum og tjóðarligum samleika. Spurningurin sum økismiss verður eisini viðgjørdur í hesum sambandi. Granskingin hevur snúð seg um føroysklærugreinina í studentakúlanum og um tann søguliga og nútíðarliga kontekst, sum hevur verið við til at skapt og ment lærugreinina til einastu móðurmálslærugrein í studentaskúlanum. Móðurmálslærugreinin hevur verið lýst úr einum tjóðaligum sjónarhorni í einum fleirtjóðarligur tjóðarstati. Tað er greitt, at lærugreininin er ein samleikalærugrein, sum er tríbýtt: persónlig, sosial og tjóðarlig/altjóðarlig. Tað er greitt, at persónliga tilknýtið til Føroyar, føroyska samfelagið og føroysku mentanina er í stóran mun ein genealogiskur diskursur, meðan tjóðskapur er bæði genealogiskur og ideologiskur, sum er við til at gera føroysklærugreinina til eina mótmælislærugrein, ið er eitt semiotiskt úttrykk fyri sjálvstøðuga statin í koming. Júst tann ideologiski diskursurin er við til at gera stríðið at varðveita málið reint og lesa tær klassisku bókmentirnar, sum greitt hava eitt tjóðarbyggingarendamál, til eitt eksplisitt kjak- og stríðsevni í lærugreinarøkinum og ikki minst í almenninginum. Hetta kemur meiri ella minni beinleiðis greitt til sjóndar í móðurmálsdiskursinum. Tað er greitt, at føroysklærugreinin er nógv merkt av máli og spurningum um mál og óttin fyri, at serliga danskt køvir føroyskt er sjónligur. Eisini aldargamla stríðið um, at føroyskt líkist íslendskum ov nógv, er sjónskt í økinum. Næmingum dámar lærugreinina væl. Teir meta hana heilt greitt við kenslunum og brúka útsagnir sum, mær dámar føroysklærugreinina, tí tað er mítt móðurmál, og tey føla somuleiðis ábyrgd fyri lærugreinini, sum kemur til sjóndar í hesi útsøgnini: ”Føroyskt er okkara móðurmál og tí ógvuliga spennandi at arbeiða við. Danismur og ameri¬kanismur ávirka eisini mál okkara, og tí er tað spennandi at arbeiða ímóti hesum við at tosa, lesa og skriva so føroyskt sum gjørligt.” Her kemur til sjóndar óttin fyri, at føroyskt er hótt, sum er eksplisitt í økinum sum heild. Hesin næmingurin kennir ábyrgd og tekur á seg uppávuna at bjarga málinum. Tað kemur eisini greitt til sjóndar í tí, at hon sigur, at tá ið myndugleikarnir einki gera við tað, so má hon gera sítt. Sum heild eru næmingarnir nøgdir við tey fremmandaorð, sum eru í málinum, halda ikki tey skulu vera fleiri, og teir halda, at grótføroyskt er neyðugt fyri at varðveita málið. Joshua A. Fishman (1926), amerikanskur sosiolingvistur, vísir á, at ein puristiskur diskursur er vanligur, har málbrúkarar føla, at málið er hótt, serliga tá ið móðurmálið hevur ligið undir øðrum máli, so verður hetta mál upplivað sum ein hóttan. Málið verður eisini upplivað sum ein forðing, og ein minniluti av næmingunum førir fram, at føroyskt er avmarkandi, og at føroyskt kennist fremmant. Hetta kemur greitt fram í hesi útsøgnini: ”Tá ið øll taka tað [fremmandorð] til sín, hví kunnu vit so ikki? Vit skulu altíð finna upp á okkurt orð, sum ljóðar sum grønlendskt í mínum oyrum”. Tað er greitt, at í lærugreinarøkinum fer fram eitt stríð millum purismu og talumál og millum sið¬venju og modernitet, og hesi stríðsevni koma til sjóndar í ymsum frábrigdum. Samlað kann sigast um føroysklærugreinina, at hon er ein samleikalærugrein, sum fyrst og fremst knýtir sjálvið til familjuna, ætt og vinir, síðani at Føroyum, tjóðini og mentanini og at enda er hon við til at sereyðkenna sjálvið í mun til umheimin. Hugsjónargrundarlagið undir lærugreinini er ikki serliga greitt orðað og tað ber dám av, at málið fyrst og fremst hevur verið at yvirtaka leiklutin hjá donskum sum móðurmálslærugrein í føroyska skúlaverkinum, og tí hevur spurningurin um at allýsa innihaldið og endamálið við føroysklærugreinini ikki verið eitt evni í studentaskúlasamanhangi fyrr enn við kunngerðini frá 1996, sum heilt greitt var ein ambitiøs tjóðarbyggingarætlan, sum ideologiskt er merkt av einum nationalromantiskum diskursi, tó við greiðum ætlanum um at nútíðargera lærugreinina, hóast fakligi profilurin er leitandi og greitt merktur av málsligum kjarnuførleikum. Við 1996 kunngerðini fekk føroyskt støðu sum einasta móðurmálslærugrein í stud-entaskúlanum, og tað hevur heilt greitt styrkt lærugreinina, men í økinum kemur í granskingartíðarskeiðinum – frá 2002-2004 - tó til sjóndar, at tørvur er á lesiætlanum, frálærutilfari og nágreiniligari læriætlanum. Tað sæst aftur bæði í floksundirvísingini og í bólkaarbeiðum, tí har tykjast næmingarnir ótryggir í frálærustøðuni og teir hava ilt við at finna útav, hvat lærarin vil hava teir at gera. Ein greiningar- og tulkingarfrymil er óbeinleiðis til staðar í undirvísingarstøðuni, men næmingarnir hava ilt við at gjøgnumskoða tað. Næmingaprofilurin er ein óvirkin næmingur, sum raðfestir vinir og sosialt virksemi uttan fyri skúlan hægri enn skúlan. Hann fyrireikar seg ov illa heimanífrá, og hann luttekur ikki nóg virkið í undirvísingini. Tað er við til at skapa eina undirvísingarstøðu, sum er nógv merkt av yvirhoyring og einvegis samskifti við talvuni sum snúðningsási. Vantandi luttøka í undirvísingini er í góðum samsvari við tað sum týski sosiologurin, Thomas Ziehe, sigur um ungfólk og um virðingina fyri skúlanum. Hann vísir á, at tann demokratisering og avhierarkisering, sum er farin fram innan skúlagátt, hevur havt við sær, at næmingar ikki skammast við at siga, at teir einki vita um eitt evni, og at teir taka ikki orðið í tímunum við væl grundgivnum og reflekteraðum íkastum til frálæruna, tí tað verður mett sum at sleikja fyri læraranum. Úrslitið er, at næmingar í stóran mun einans úttala seg í einstavilsisorðum og ítøkiligum svarsetningum. Henda staðfesting er sjónsk í føroysklærugreinarøkinum. Bæði lærarum og næmingum dámar lærugreinina, lærarar føla tað sum eina týdningarmikla uppgávu at læra næmingarnar at dáma og duga lærugreinina, men teir meta vantandi undirvísingartilfar, sum eina eyka byrðu. Hagtølini siga, at næmingunum dámar væl lærugreinina, men teir høvdu sum heild ynskt sær betri og nýggjari tekstir og frálærutilfar og meiri interaktiva frálæru. Støða: Liðug Avrik: Útgávur: "Færøskfaget i danskfagets skygge". Sprogforum nr. 9. 2004. "National identitet i det færøskfaglige rum i det almene gymnasium". Fróðskaparrit 55. Ph.d. ritgerð: "Mellem tradition og modernitet. Færøskfaget og den færøskfaglige kontekst i national diskurs. En redegørelse og analyse af fagets ide, praksis og reception i det almene gymnasium." Vard á Syddansk Universitet 14. januar 2011. Ritgerðin kann bíleggjast á: studenter@boghandel.sdu.dk << Back |
Administration English |