Játtað í: 2001 Granskingarøki: Mentan Verkætlanarslag: Ph.d.verkætlan Verkætlanarheiti: Modernistiska nýbrotið í føroyskum bundnum skaldskapi. Ein kanning av tí lyndi og teimum sereyðkennum, sum modernistiska rákið rótfestir seg við í Føroyum í fyrra helvt av 20. øld. Játtanarnummar: 0105 Verkætlanarleiðari: Guðrun Gaard Stovnur/virki: Fróðskaparsetur Føroya, Føroyamálsdeildin Aðrir luttakarar: Turið Sigurðardóttir Verkætlanarskeið: 1.8.2001 - 1.8.2004 Stuðul úr Granskingargrunninum: 1.167.099 kr. Verkætlanarlýsing: Original description: Modernistiska nýbrotið í føroyska bundna skaldskapinum. Verkætlanin er at kann og greina tað lyndið og tey sereyðkenni, sum modernisman í Føroyum rótfestir seg við í fyrru helvt at tjúgundi øld. Ætlanin er at viðgera teir tríggjar Christian Matras, Karsten Hoydal og Regin Dahl við serligum atliti at hesum nýbroti. Hesir umboða, fyri mær at síggja, tríggjar høvuðsgreinar í rákinum. Christian Matras við síni nýskapandi súmbolismu, Regin Dahl við síni djørvu málsligu og formligu nýskapan og Karsten Hoydal við síni sermerktu skaldsligu dialektikk. Hetta er lítið kannað øki í bókmentum okkara, og tá arbeitt verður við modernismu í granskingar ella undirvísingarhøpi, vanta lýsingar av hesum tíðarskeiði. Christian Matras sigur í samrøðu einastaðni, at hann heldur kanska, at hann altíð hevur verið modernistur, og hetta er sera áhugaverd meting, júst tá lagt verður til brots at staðfesta og lýsa tað serføroyska lyndi í yrkingum hansara. Tað kann vera hin fyrsta ábendingin um, at modernisman í skaldskapi hansara er eins nógv grundsett í hansara upprunaumhvørvi sum hon er tað í ávirkan uttanífrá. Somu hugsan kunnu vit hava, bæði tá vit granska mállistarliga snildi Regin Dahls og tá vit fata frumevnisdialektikkina í yrkingum Karstens Hoydal. Áhugin fer tí í granskingini at savna seg um hesi nevndu serligu viðurskifti, men tað arbeiðið er sjálvsagt treytað av grundleggjandi bókmentaligari og bókmentasøguligari gransking á breiðari og meira alheimsligum støði. Final report: A main feature in this thesis is to interpret the desire of finding common sense and reason in existence as an incentive to produce poetry. Starting with the idea that dialogue is the basis in this process, the movement and development towards new meanings and new questions are studied in the poems. As a poet Regin Dahl is a representative for the breakthrough of modernism in Faroese lyric poetry. We can also mention J.H.O.Djurhuus, Christian Matras and Karsten Hoydal who each in their own way represent new tendencies in the poetry. In this current Regin Dahl makes for a new direction, followed by other later poets. Characterising is a new poetical language which is personal and dissociates itself from the older national song poetry. It is also characteristic that the desire to re-create meaning and connection in the modern chaos and fragmentation leads to a new perception of what genuine art and its purpose is. The innovative is a poetical linguistic event in the confrontation with a new reality; and it is an artistic new thinking which makes art/literature a medium in the efforts to acquire reality anew. Støða: Liðug Avrik: Far fram á torg, august 2005. Fróðskaparfelagið published the Ph.D thesis. << Back |
Administration English |