Játtað í:
2002

Granskingarøki:
Mentan

Verkætlanarslag:
Verkætlan

Verkætlanarheiti:
Føroysk teldutala.

Verkætlanarleiðari:
Petur Helgason

Stovnur/virki:
Føroya Blindastovnur

Verkætlanarskeið:
2000-2002

Stuðul úr Granskingargrunninum:
220000

Verkætlanarlýsing:
Føroysk teldutala er amboð hjá sjónveikum at samskifta við umheimin um teldu. Eginleiki hennara er, at hon lesur talgildan, føroyskan tekst, t.d. teldupost og heimasíður. Eydnast arbeiðið nóg væl, verður teldutalan óivað øðrum at gagni við. Tá kann hon nýtast í t.d. sjálvtøkum, spølum, bilposti og tílíkum.

Arbeiðið við slíkari teldutalu krevur, at farið verður um stórar partar av máli okkara. Bæði teir, sum eru granskaðir áður, og teir, sum lítið og einki er gjørt við. Til teir fyrru hoyra t.d. ljóðviðurskifti, og til teir seinnu hyra t.d. morfemgrensur og trýstviðurskifti.

Komið er somikið áleiðis, at teldutalan lesur upp føroyskan tekst. Enn er tó nógv eftir at gera, um hon skal virka nógt væl. Í løtuni verður arbeitt við trýstviðurskiftum og einum undantaksleksikoni, har viðgjørd verða tey orð, sum ikki arta seg eftir vanligum málreglum. Farið er eisini undir at broyta sjálvt ljóðið í taluni, so at hon fær vanligt mannaljóð heldur enn robottljóð.

Vert er at nevna, at arbeiðið elur av sær fitt av málsligum tilfari, t.d. tekstbankar, talgildar bandaupptøkur og annað,sum kann koma øðrum granskarum til góðar.


Støða:
Liðug



<< Back
Administration     English