Játtað í: 2002 Granskingarøki: Mentan Verkætlanarslag: Verkætlan Verkætlanarheiti: Føroysk rættskriving - kanning av førleikanum í føroyskari rættskriving. Verkætlanarleiðari: Katrin Næs Stovnur/virki: Føroyamálsdeildin, Fróðskaparsetur Føroya Aðrir luttakarar: Eivind Weyhe (Føroyamálsdeilding) Marius Staksberg (Málstovan) Heini Justinussen (KT hjálp) Verkætlanarskeið: Original: 1.8.2002 - 31.6.2003 Final: 1.8.2002 - 31.6.2003 Samlaður kostnaður: 227.520 kr. Stuðul úr Granskingargrunninum: 227.520 kr. Verkætlanarlýsing: Original description Ástøðilig viðgerð av skriftmálsnorminum úr einum málfrøðiligum og námsfrøðiligum sjónarhorni – herundir tillagingar og dagføringar av skriftmálsnorminum – framdar og hugsaðar. Námsfrøðilig kanning av stigvísu førleikamenningini hjá skúlanæmingum í føroyskari rættskriving. Hugmyndin er, at einstøku staklutirnir í skriftmálsnorminum krevja ymisk búningarstig, at innlæringin fer fram í stigum hesum viðvíkjandi. Við kanningum er ætlanin at royna út frá námsfrøðiligum og málsligum ástøði at seta ein slíkan stiga upp. Final report: Kanning av førleikanum í føroyskari rættskriving 2002-2003 Stílar, sum skrivað’ir vórðu til miðnámspróvtøku í føroyskum á sumri 2002, eru grundarlagið undir eini uppteljing av rættskrivingarvillum og sundurbýting av villum í bólkar alt eftir villuslagi. Býtið fyri stílarnar frá 2002 er, sum talvan vísir: 1. ð-villur: 32,85% 2. i/u-villur: 4,73% 3. bendingarvillur annars: 17,33% 4. stovnsvillur: 20,84% 5. samansett orð: 8,42% 6. annað: 15,83% Støða: Liðug << Back |
Administration English |