Játtað í:
2002

Granskingarøki:
Mentan

Verkætlanarslag:
Verkætlan

Verkætlanarheiti:
Heimferð við málinum. Ein mentunarligsøgulig lýsing av tíðarskeiðinum, J.H.O. Djurhuus virkaði í, og ein mentunarsøgulig og bókmentafrøðilig viðgerð av skaldsins ritverki og hugmyndaheimi.

Játtanarnummar:
0204

Verkætlanarleiðari:
Hanus Kamban

Verkætlanarskeið:
01.07.2002 til 31.12.2003

Stuðul úr Granskingargrunninum:
227.380 kr.

Verkætlanarlýsing:
Heimferð við Málinum – ein mentunarsøgulig lýsing av tíðarskeiðinum, J.H.O. Djurhuus virkaði í, og ein mentunarsøgulig og bókmeafrøðilig viðgerð av skaldsins ritverki og hugmyndaheimi.

Høvundurin gevur, út frá upplýsingum, eygleiðingum og rannsóknum í ævisøguni um J. H. O. Djurhuus, eina mentunarsøguliga heildarlýsing av tí tíðarskeiði, Janus livdi og virkaði í, tess fyritreytum og eyðkennum. Umframt tað fevnir verkætlanin um iena mentunarsøuliga og bókmenafrøðiliga viðger av høvuðstáttum í skaqldsins ritverki og hugmyndaheimi. Tann bókmentafrøðiliga viðgerðin fevnir um formfrøði (morfologi), evnalýsing (tematikk), ímydabrúk og heimspekiligt og átrúnaðarligt innihald. Skaldsins hugburður yvir málinum, bæði í almennari merking og við serligum atliti til føroyskan málreising, verður lýstur. Til seinast setir høvundurin skaldsins klassisku og humanistisku kjølfestu í samband við ta búskaparligu og politisku gongdina í Føroyum í dag og spyr, um hansara hugmyndaheimur og hansara áskoðanir um mentan og politikk kunnu hava týdning fyri okkara førleika at fata okkum sjálv og okkara umheim og at makta nútíðar og framtíðar avbjóðingar.

Støða:
Liðug



<< Back
Administration     English