Játtað í: 2003 Granskingarøki: Mentan Verkætlanarslag: Ph.d.verkætlan Verkætlanarheiti: Føroysk rættskriving - normering av skrivligum føroyskum í samtíðar- og málsøguligum høpi. Førleiki hjá børnum og ungum í føroyskari rættskriving. Játtanarnummar: 0206 Verkætlanarleiðari: Katrin Næs Stovnur/virki: Fróðskaparsetur Føroya, Føroyamálsdeildin Verkætlanarskeið: 2003-2009 Stuðul úr Granskingargrunninum: 1.280.354 Verkætlanarlýsing: Ástøðilig viðgerð av skriftmálsnorminum úr einum málfrøðiligum og námsfrøðiligum sjónarhorni – herundir tillagingar og dagføringar av skriftmálsnorminum – framdar og hugsaðar. Námsfrøðilig kanning av stigvísu førleikamenningini hjá skúlanæmingum í føroyskari rættskriving. Hugmyndin er, at einstøku staklutirnir í skriftmálsnorminum krevja ymisk búningarstig, at innlæringin fer fram í stigum hesum viðvíkjandi. Við kanningum er ætlanin at royna út frá námsfrøðiligum og málsligum ástøði at seta ein slíkan stiga upp. Støða: Steðgað << Back |
Administration English |