Year of grant: 2001 Research Area: Náttúra og -tilfeingi Project type: Ph.d.verkætlan Project title: Jørðildi í Føroyum, kanningar av tilgongd við metingum um tiltakandi vanda fyri ajørðoying. Project manager: Lis Mortensen Institution/company: Jarðfrøðisavnið Grant from the FRC in DKK: 220.000 kr. Project description: Kanningar higartil siga frá, at hagalendi, bæði tilfar og plantuvøkstur, hevur verið í støðugari broyting í nøkur túsund ár sum partur av tillaging til veðurlagsbroytingar. aldurskanningar sum væntast lidnar um fáar vikur fara at geva eina nærri ávísing til longdina á tíðarskeiðinum. Ætlanin við kanningunum er í jørðildinum at finna fram upplýsingar um umhvørvis og veðurlagsbroytingarnar nøkur túsund ár aftur í tíðina, sum kunnu gerast grundarlag fyri at seta føroyska øki í ein størri samanhang í sambandi við heimsumfatandi veðurlagsbroytingar. Útfrá jørðildis kanningum eru komnar fram óvæntaðar ábendingar um, at jørðildis oyðingin hevur tikið serligt dík á seg síðan miðøldina, og at hendan oyðing er undir alsamt øktum vøkstri fram til í dag. At fáa tílík viðurskifti dokumenteraði og fáa økta vitan um samanhangir og orsøkir hevur stóran týdning fyri verkætlanina sum heilt, men kann eisini gerast viðkomandi vitan fyri føroyska náttúruumsiting, umframt hjá teimum, sum skulu virka og ferðast í raktu økjunum. Project status: Steðgað << Back |
Administration Faroese |