Year of grant:
2023

Research Area:
Arbeiðsmarknaðarkanningar

Project type:
Kanningarverkætlan

Project title:
Lønarmunur millum kynini - gongdin og orsakir til gongdina innan heilsu- og umsorganarøkið

Grant number:
4021

Project manager:
Regin Berg

Institution/company:
Heilsuhjálparafelag Føroya

Project period:
01.08.2023-31.07.2024

Total budget:
496.545 DKK

Grant from the FRC in DKK:
291.545 DKK

Project description:
Øðrumegin er ætlanin at síggja søguligu gongdina í lønarlagnum, og hinumegin er ætlanin at finna frágreiðingar um, hví lønarlagið innan flestu fakøki, har kvinnur í stóran mun starvast, er lægri enn innan onnur starvsøki. Við kanningini kann ein tískil í størri mun fáa eitt yvirlit yvir, hví ein sær ein skipanarligan mismun millum lønarlagið hjá kynunum, sammeta gongdina í Føroyum við gongdina uttanlands, og, á einum meira upplýstum grundarlagi, arbeiða víðari við, hvørt ein skal gera meira fyri at rætta tann mismunin, sum er. Kanningin er ein fortreyt fyri, at ein kann granska fleiri javnstøðutengdar spurningar nærri. Í og við at ein fær samansetingina av, hvør lønargongdin hevur verið, samanborið við gongdina innan onnur øki, og hvørjir faktorar hava ført til lønarmunin, ber eftirfylgjandi til at seta inn og kanna nærri, júst hví teir faktorarnir gera seg galdandi, og hvørt ein kann gera nakað við tað. Kanningin kann eisini seta spurnartekin við, hvørt lógararbeiðið hevur verið nóg gott, tá um ræður starvsøki, har flestu starvsfólkini eru kvinnur, ella tað kanska kann hava verið við til at skumpa undir skeivleikarnar. Um tað t.d. kann vera so, at ein hevur lóggivið hægri krøv inn innan hesi øki, og tað hevur givið hægri arbeiðsbyrðu, uttan at lønin hækkar. Samanumtikið hevur kanningin tí bæði virði í sjálvari sær, men hon hevur eisini eitt virði í, at hon seinni kann vera grundarlag undir øðrum og størri verkætlanum.

Project status:
Virkin



<< Back
Administration     Faroese