Year of grant: 2024 Research Area: Arbeiðsmarknaðargransking Project type: Ph.d.-verkætlan Project title: Virknaðurin av toymisinterventión á kensluliga møði hjá føroyskum umsorganarstarvsfólki Grant number: 4010 Project manager: Annika Helgadóttir Davidsen Institution/company: Fróðskaparsetur Føroya Other participants: Pál Weihe, Ida Elisabeth Huitfeldt Madsen, Esther Djurhuus Project period: 01.09.24-31.08.27 Total budget: 2.589.432 DKK Grant from the FRC in DKK: 1.340.000 DKK Project description: Kensluligu krøvini, ið sett verða umsorganarstarvsfólki, eru ofta stór, og vísir gransking, at hesi starvsfólk í størri mun enn onnur eru í vanda fyri umsorganarmøði og at brenna út vegna arbeiðið. Samstundis eru avbjóðingar við starvsfólkatroti á hesum øki, serliga tí talið á eldri føroyingum, ið hava tørv á røkt og professionellari umsorgan, er vaksandi. Endamálið við hesi kanning er at kanna eina interventión, ið knýtir seg at hugtøkunum sosialum kapitali og sálarfrøðiligum tryggleika, fyri at betra um sálarliga arbeiðsumhvørvið hjá umsorganarstarvsfólki. Í føroyskum høpi eru ongar kanningar gjørdar um hetta áður, og kanningarúrslitini kunnu fáa týdning fyri arbeiðsumhvørvið: Fyri starvsfólk, fyri arbeiðsgevarar og fyri tey, ið fáa professionella umsorgan. Project status: Fer í gongd << Back |
Administration Faroese |